Meðan rakettir og dronur flúgva um Miðeystur, og Russland heldur fram við stríðnum í Ukraina á fimta árið, hevur Leo pávi vígt páskadag til at heita á heimsleiðarar um at velja frið.
Á middegi talaði leiðarin í katólsku kirkjuni av svalanum á Pæturskirkjuni í Róm fyri hundraðtals fólkum, skrivar Reuters.
– Latið tey, sum hava vápn, leggja vápn síni!
– Latið tey, sum hava valdið at byrja kríggj, velja frið, segði pávin.
Røðan, sum hevði heitið "urbi et orbi" - á føroyskum: til býin og til heimin - fylgdi siðbundnu páskamessuni í Pæturskirkjuni.
Tað var fyrsta ferðin hjá Leo páva sum leiðari fyri páskamessuni, sum markerar størstu hátíð kristnu kirkjunnar, og tað var hansara fyrsta "urbi et orbi" røða.
Leo pávi varð settur í embætið í mai í fjør.
Hóast greiða boðskapin, nevndi pávin ikki nøkur nøvn ella ávísar ósemjur ella stríð í røðuni, sum var óvanliga stutt og beinleiðis.
Sambært Leo páva er heimurin vorðin so vanur við kríggj, at líkasæla mótvegis harðskapi og drápi hevur tikið seg upp millum manna.
– Vit venja okkum við harðskap, góðtaka hann og gerast líkasæl. Líkamikið um deyða túsundtals fólk, segði pávin.
Hann vísti á, at søgan um páskirnar, har Jesus sambært Bíbliuni reis upp frá deyðum páskamorgunin, tveir dagar eftir at hann varð krossfestur uttan at standa ímóti, vísir, at Jesus var "fullkomiliga óharðligur".
– Latið okkum á hesum hátíðardegnum sleppa øllum ynski um ósemju, yvirvald og vald og biðja Harran um at geva einum heimi, sum er herjaður av kríggum, sín frið, segði leiðarin í katólsku kirkjuni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at pávin finst at ágangandi ósemjunum og mælir til frið. Tað hevur hann gjørt fleiri ferðir seinastu vikurnar - eitt nú undir prædikuni av Pæturstorginum pálmasunnudag.
– Jesus lurtar ikki eftir bønunum hjá teimum, sum føra kríggj, men vrakar tær og sigur: ”Sjálvt um tit senda nógvar bønir, vil eg ikki lurta: hendur tykkara eru fullar av blóði,” ávaraði Leo pávi fyri einari viku síðani.
Umframt at halda røðu, sendi Leo pávi páskaheilsanir á tíggju málum - eitt nú latíni, arabiskum og kinesiskum - av svalanum í Pæturskirkjuni á middegi í dag, páskadag.
/Ritzau/









