Leo, pávi, sum er hin fyrsti amerikanski pávin, sigur, at Venesuela framhaldandi skal vera eitt sjálvstøðugt land.
Hann sigur seg vera órógvaðan um støðuna og biður um, at mannarættindi verða vird.
- Vælferðin hjá elskaða fólkinum í Venesuela skal takast fram um øll onnur atlit. Vinnast skal á valdsnýtslu, og gangast skulu rættvísis-og friðarins vegir.
Pávin leggur aftrat, at landsins suverenitetur - ella sjálvstøða - skulu tryggjast.
Hetta sigur Leo, pávi, dagin eftir, at USA hevur lopið á Venesuela og hevurt tikið forseta landsins, Nicolás Maduro, til fanga.
Leygardagin segði amerikanski forsetin, at USA fyribils fer at taka skal lut í at stjórna Venesuela.
- Vit fara at stýra landinum, til vit kunnu gera eitt trygt, skipað og lagaligt umskifti, hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, sagt.
Leo, pávi við borgarliga navninum, Robert Francis Prevost, er amerikumaður, føddur í Chicago, USA, og hann er fyrsti amerikanski pávin í søguni.
Hann hevur bæði amerikanskan og peruanskan ríkisborgararætt, og hann hevur búð og starvast í Peru í nógv ár.
Sagt verður um Leo, páva, at hann tosar bæði enskt, spanskt og italienskt.











