Samráðingarnar við Bankernes EDB Central eru steðgaðar, og Eik Banki er saman við hinum føroysku peningastovnunum og Elektron farin í samráðingar við danska KT-veitaran SDC Eik Banki hevur í dag boðað børsunum í Íslandi og Keypmannahavn frá, at bankin hevur steðgað samráðingunum við Bankernes EDB Central (BEC) um framtíðar samstarv á KT-økinum.
Sama er galdandi fyri hinar peningastovnarnar í Føroyum og felags føroyska KT-veitaran Elektron.
Samráðingarnar við BEC byrjaðu í juni í fjør, og partarnir hava síðani tá arbeitt við at kortleggja stóru verkætlanina um at leggja KT-veitingar frá Elektron til BEC og treytirnar fyri framtíðar samstarvi.
?Eftir tingingar millum partarnar er nú greitt, at upprunaligu fortreytirnar fyri ætlaða samstarvinum eru ikki til staðar?, sigur Marner Jacobsen.
Í staðin er bankin farin í samráðingar við Skandinavisk Data Center (SDC) um KT-samstarv.
Skandinavisk Data Center er ein av trimum stórum KT-veitarum á danska peningastovnsmarknaðinum. Eik Banki, hinir peningastovnarnir og Elektron hava áður samráðst við SDC, og tað eru hesar samráðingar, ið nú eru tiknar upp aftur.
-Siktið er nú, at SDC gerst okkara høvuðs KT-veitari og at Elektron verður partur av komandi KT-samstarvinum, sigur Marner Jacobsen, ið eisini er nevndarformaður í Elektron.