Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Oljuavgjaldið
Eitt uppskot, sum Miðflokkurin saman við Sjálvsstýrisflokkinum legði fyri tingið, var at minka um oljuavgjaldið. Hetta er nú so høgt, at landskassans meirinntøkur av mvg munnu skjótt fara at vera eins stórar og alt oljuavgjaldið. Vit kunnu staðfesta, at landskassin fær meiri inntøkur, enn roknað varð við, tá fíggjarlógin varð samtykt, og tí átti at verið rúm fyri hesum lættanum uttan aðra meirjáttan á fíggjarlógini. Men tíverri eru føroyskir samgongupolitikkarar ikki enn búnir at viðgera mál, sum andstøðan leggur fram, hóast hesi eru fult í tráð við samgonguskjal og vanliga fólkahugsan. Uppskotið fekk bert undirtøku frá 4 tingmonnum, Kári P. Højgaard, Marjus Dam, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Undanførslan hjá samgonguni og Tjóðveldisflokkinum var sum ikki eina ferð, at í staðin fyri at lækka oljuavgjaldið, kunnu vit heldur hækka barnafrádráttin. Ein kann spyrja, hvussu skilagott tað er at hækka barnafrádráttin til pensionistar, tí tað munnu vera heilt fáir - um nakar - pensionistur, sum eigur børn undir 18 ár. Men hetta metti so tann altvaldandi fíggjarnevndin undantikið Kári P. Højgaard. Eg havi uttanfyri politiska umhvørvið ongum føroyingi møtt, sum ikki heldur tað vera rætt at avtaka oljuavgjaldið. Nú løgmaður hevur biðið landsstýrismenn finna fram til onkrar lættar fyri nevndu samfelagsbólkar, mátti tað verið eitt gylt høvi hjá honum at gjørt nakað við oljuavgjaldið. Ein løtt og skjót loysn, sum samstundis vildi minkað um umsitingarútreiðslur. Ger landsstýrið tað ikki, fer Miðflokkurin enn eina ferð at royna uppskotið í Løgtinginum.
Stórfamiljubilar
Eitt annað uppskot, sum Miðflokkurin legði fram, var at minka avgjaldið á bilum til fleiri enn 5 persónar. Hetta uppskotið fekk góða móttøku víða um, men ikki í Løgtinginum. Aftur hesaferð helt fíggjarnevndin, at best man vera at hækka barnafrádráttin. Ein løgin niðurstøða hjá fíggjarnevndini, tí hetta uppskotið legði júst upp til at rudda burtur ójavnar, sum eru millum tey, sum hava færri enn 4 børn og tey, sum hava 4 børn ella fleiri. Við at hækka barnafrádráttin hjá øllum, vildi hesin ójavnin framvegis verið eins stórur, og so var onki vunnið hesum trupulleikanum viðvíkjandi. Her er eisini ein møguleiki hjá landsstýrinum at fremja ítøkiligar batar. Vónandi eru landsstýrismenn so mikið at sær komnir, at teir ikki kveistra andstøðuuppskot so langt burtur, at tey ikki kunnu síggja dagsins ljós í onkrum øðrum formi.
Vaksandi barnafrádráttur
Undir øllum umstøðum ber til hjá landsstýrinum at hækka barnafrádráttin munandi. Hetta kann gerast á ymsan hátt. Ein máti er at gera barnafrádráttin vaksandi fyri hvørt barnið, sum kemur afturat. Hendan skipan er galdandi aðrastaðni, og hugsanin er helst at økja um føðitíttleikan, sum er ein kendur trupulleiki um alla Europu.
Familjupolitikkur
Skjótt er at staðfesta, at tað ikki eru tey stóru nýbrotini, hendan samgongan hevur framt á familjupolitiska økinum. Tí fer Miðflokkurin í komandi tingsetu at leggja eina røð av familjupolitiskum uppskotum fyri Løgtingið samstundis sum vit fara at viðgera landsstýrisins uppskot við allari vælvild, um hesi eru skilagóð. Samanlagt eru vónir fyri, at bæði pensionistar og ungar barnafamiljur endiliga fara at fáa onkrar batar, sum muna í gerandisdegnum.