Pensjónin skal skipast í trimum pørtum

Spurningin um framtíðar pensjónistaskipan ætlar Sambandsflokkurin at loysa í trimum pørtum: Vanlig fólkapensjón, tvungin pensjónsuppsparing og sjálvboðin pensjónsuppsparing

Valskrá

?Ein alsamt vaksandi partur av fólkinum í okkara parti av heiminum verða pensjonistar, og trupult er at finna eina skipan fyri, hvussu pensjónirnar skulu verða í framtíðin.
Soleiðis byrjar Sambandsflokkurin partin um pensjónir í teirra valskrá. Pensjónirnar hoyra undir punkt trý, vælferðin.
Sambandsflokkurin sigur seg við hesum ásanna, at framtíðar pensjónspurningurin verður neyðugur at loysa, og tað er týdningarmikið, at funnið verður ein haldgóð loysn.
Samstundis sum hetta verður sagt, so heldur Sambandsflokkurin, at okkurt eigur at verða gjørt við verandi pensjónnistastøði í Føroyum.
?Endamálið við fólkapensjónini er at hon skal vera grundarsteinurin, sum skal tryggja øllum eina minstu upphædd, fyri at øll kunnu liva sámuliga, tá tey verða pensjonistar.
Verandi fólkapensjón í Føroyum er ikki nøktandi, og fyrr enn hon er tað, má sigast, at tíðin er ikki búgvin at seta aðrar skipanir í verk, sigur Sambandsflokkurin í sínari valskrá.
Loysnin til trupulleikan við framtíðar pensjónistunum skal loysa eftir tilmælum úr heimsbankanum. Í bókini Averting The Old Age Cricis mælir heimsbankin til at loysa trupulleikan í trimum pørtum:
Vanlig fólkapensjón, tvungin pensjónsuppsparing og sjálvboðin pensjónsuppsparing.
Spurningurin um eina framtíðar pensjónsskipan varð ikki loystur av sitandi samgongu. Nakrar mánaðir undan valið kom landsstýrið við einari pensjónshækkan til fólkapensjónistarnar, men bíðað verður enn eftir einari framtíðar skipan.
Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og valevni fyri Sambandsflokkinum, segði á tíðindafundinum, tá valsskráin hjá Sambandsflokkinum varð løgd fram, at avgerandi at finna langsigtaða loysn upp á føroyska búskapin, har pensjónirnar eru ein partur av hesum.

Eldrarøkt
Sambandsflokkurin hevur eisini tikið eldrarøktina við í valskránna. Lisbeth L. Petersen segði á tíðindafundinum fleiri ferðir, at Sambandsflokkurin ikki vildi seta nøkur konkret tøl á, tí hetta vildi óivað merkja, at mann kom at lova meira enn mann kundi halda. Hon legði stóran dent, at Sambandsflokkurin komandi fýra árini vil leggja stóran dent á almenna- og heilsuøkið og kanska serliga sjúkrahúsini.
Í Føroyum hava vit trý sløg av eldrarøkt:
Røktar- og ellisheim, sambýlir og heimahjálp
Røktar- og ellisheimini eru ætlaði óhjálpnum fólki, ið krevja nógva røkt. Vit hava í dag 272 røktarheimspláss, men sambært serkønum er akuttur tørvur á 150 ? 250 plássum afturat.
Sambýli eru ætlaði fólki, sum ikki eru so illa fyri. Men vegna vantandi pláss á røktarheimum, eru í dag røktarsjúklingar á sambýlum,sigur Sambandsflokkurin í valskránni.