Nú oljuprísurin aftur hækkar, merkja fleiri, at tað gerst dýrari at liva. Hvussu nógv oljan dýrkar hesuferð, er sjálvandi óvist, men eg veit, at hjá nógvum eldri fólki elvir hetta til stúran. Og vit skulu bara 4-5 ár aftur í tíðina, ja so var støðan júst tann sama.
Tí mugu vit loyva pensjónistunum at arbeiða, uttan at pensjónin verður mótroknað. Tey, sum enn hava orku og vilja, skulu hava møguleika at vinna sær nakrar eyka krónur uttan at verða revsað fyri tað.
Tað er beinleiðis skeivt at revsa fólk, sum framvegis vilja leggja nakað aftrat samfelagnum og samstundis tryggja sær sjálvum eitt betri fíggjarligt rásarúm.
Útreiðslurnar hvørva ikki við pensjónini. Húsini skulu framvegis haldast, bilurin skal hava nýggj dekk og rokningar skulu gjaldast. Tí er alneyðugt at fáa hesi viðurskifti upp á pláss sum skjótast, so pensjónistar fáa størri frælsi at ráða yvir egnum lívi.
Eftir eitt drúgt og virkið arbeiðslív hava pensjónistar ognað sær ein hóp av vitan, royndum og førleikum og kunnu framvegis átaka sær nógvar ymiskar uppgávur. Tí eiga vit ikki at revsa tey við mótrokning, men heldur gera tað meira lokkandi hjá teimum at halda áfram at verða virkin á arbeiðsmarknaðinum.
Kunnu vera við til at integrera útlendska arbeiðsmegi
Um vit veruliga ynskja, at fólk sum koma úr øðrum londum at arbeiða skulu gerast ein partur av okkara samfelagi er týdningarmikið, at vit hava so nógvar føroyingar sum gjørligt millum tey á arbeiðsmarknaðinum.
Tá pensjónistar framvegis eru virknir á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða tey saman við útlendskari arbeiðsmegi og kunnu verða vil til at læra frá sær – bæði føroyska málið, arbeiðsmentanina og siðir. Á henda hátt kunnu útlendsku arbeiðsfólkini lættari gerast ein partur av føroyska samfelagnum.
Lat okkum gangnnýta hendan møguleikan og gera hann til veruleika. Hetta er ein verulig ”win-win” støða, har bæði arbeiðsfólki, arbeiðsmarknaðurin og samfelagið fær nakað burtúr.
Jóan Petur Joensen
Valevni hjá Sambandsflokkinum
06-03 2026, úr Norðsjónum.











