Sara Benjaminsen fekk seinasta hálva tíman á vøllinum, tá hon og liðfelagarnir í FC Nordsjællandi í dysti í bestu donsku fótbóltsdeildini vunnu á útivølli 3-1 á ASA Aarhus.
Flora Højer fekk FC Nordsjælland á sigurskós, og tá Sara kom á vøllin var støðan framvegis 1-0. FC Nordsjælland gjørdi sjálvmál í 81. minutti, og so var støðan javnleikur 1-1.
Men tað gingu bert fýra minuttir, so høvdu Clara La Cour og Nsira Ouedraogo lagt FC Nordsjælland á odda 3-1, og fyrsti sigurin hetta kappingarárið var veruleiki.
FC Nordsjælland er nummar fimm í deildini við fýra stigum fyri tríggjar dystir.
Sunnudagin 23. august klokkan 10.30 hevur FC Nordsjælland dyst á heimavølli móti FC Keypmannahavn.











