info
Ongi úrslit

Politisk ósemja um kvotabýti

Ósemja er um, hvussu kvotunar á fjarleiðum - Flemish Cap og í Eysturgrønlandi - skulu býtast

Árni Gregersen, ting.fo
22. mars 2021 kl. 07:08
Føroyska bornfiskakvotan á Fledmish Cap er sera lítil í ár, meðan kvotan í Eysturgrønlandi er munandi størri. Tí er tað ikki avgerandi fyri skipini við kvotuni á Flemish Cap í ár, men meira komandi árini, tí útlitini eru hampuliga góð fyri størri føroyskari kvotu har komandi árini. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur eina kunngerð klára at seta í gildi um kvotabýrið, men á landsstýrisfundi herfyri, stóðst ósemja um hansara ætlan at býta kvoturnar. So hóast hann hevur heimild at seta kunngerðina í gildi, so hevur hann ikki gjørt tað, tí tað elvir til politiska ósemju. Ósemjan snýr seg um, hvussu tonsini skulu býtast millum tey 21 línuloyvini sum eru. Landsstýrismaðurin leggur upp til "søgulig rættindir", sum ger at tey skip, sum hava havt møguleika at fiska á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi fáa meginpartin av kvotunum, meðan onnur ísfiskaskip fáa so lítlan part, at tað als ikki loysir seg at fiska hesi tonsini. Ein onnur ósemja er, um óvirkin línuloyvir skulu telja við í býtinum. Verður alt talt við, er talan um 21 loyvir. Verða bert tey aktivu tald við, skulu kvoturnar býtast við 16 loyvum. Í ár er ætlanin, at alt skal gerast til eginkvotur. Tí er tað avgerandi fyri øll skipini, at tey fáa hóskandi part longu nú. Sum politiska støðan er nú, bendir tó alt á, at tað aftur í ár verður felagskvota og verður stríð um eginkvotur útsett eitt ár.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

Í gjár kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

11 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

7 minuttir síðan
Tíðindi

10 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

16 minuttir síðan
Tíðindi

European Cup: Góður endaspurtur tryggjaði H71 sigurin

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Karlskrona knógvaði fyrsta sigurin hetta kappingarárið

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria syrgdi fyri 11 málstigum í útisigri hjá Keypmannhavn

2 tímar síðan
Tíðindi

Eyðun hevur skift seks spælarar

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Ró gekk undan í sigri hjá Neistanum í Kosovo

2 tímar síðan
Tíðindi

ES ávarar USA móti at steðga diesel­út­flutn­ing­i­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Landið vil spara sjey milli­ón­ir – komm­unur­ missa inntøkur

5 tímar síðan
Tíðindi

Í Vágsbotni við grøði av Sandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Páll Guð­laugs­son: Før­oyski tjóð­sang­ur­in rør­ir tað innasta í mær

5 tímar síðan
Tíðindi

Smáligt hjá partrolarum og djúpvatnstrolarum

6 tímar síðan