John Thomsen varð føddur í Skemmuni í Porkeri 18. januar fyri 90 árum síðani. Hann var triðelstur av 11 systkjum. Pápi hansara var Johan Andreas úr Fámjin; mamma hansara, Anna Poulina, fødd Djurhuus, var úr Porkeri.
? Tað kundi vera strævið at vera smádrongur. Eg fór upp í alt arbeiði, so skjótt eg var so frægur. Eg fekst við seyð, passaði neyt, arbeiddi fisk og hoyggjaði. Tað var nógv at tríva í, greiðir John frá.
Nógv fólk búði í Porkeri, tá John var smádrongur. Har vóru nógvar barnaríkar familjur, og Porkeri taldist millum tær størri bygdirnar í landinum.
Tá hann var 16 ára gamal, fekk hann lærupláss hjá B&W í Keypmannahavn, og hann fór avstað saman við einum systkinabarni sínum.
? Eg visti lítið um, hvat tað var eg fór avstað til, sigur John.
Síðst í november mánaði í 1926 fóru teir avstað. Hann var í maskinlæru, og lærutíðin var fimm ár. Síðani á Københavns Maskinmesterskole í hálvt annað ár.
? Tá var lítil og eingin frítíð og eingin feria, men eg slapp heim í 1929 við Norðfarinum. Eg fekk frí í tveir mánaðir, og skuldi so læra tað longri, greiðir John frá.
Hann búði á lærlingaheimi í Nørresøgade, har fleiri aðrir føroyingar eisini búðu. Nærmasti granni hansara var Leif Mohr úr Havn.
Hann hevði lítið av pengum um hendi, tíðina hann lærdi, tí vikulønin, hann fekk á arbeiðnum, rakk ikki til gjaldið fyri at búgva á lærlingaheiminum.
Elsta systir hansara, sum tænti hjá einum vælhavandi apotekara niðri, var altíð til reiðar at veita yngra beiggja sínum eina hjálpandi hond.
Endaði í Klaksvík
Tá John var liðugur at læra, fór hann aftur til Porkeris at búgva. Har var hann til 1936, tá hann fór at sigla. Frá 1936-38 var hann 3. meistari við Ananu. Í 1938 fór hann við hvalabáti úr Suðuroy og var við so leingi, teir veiddu hetta árið.
Um veturin fór hann til Klaksvíkar at arbeiða á bedingini í Klaksvík, har nógv arbeiði var hesa ársins tíð.
Ætlanin var, at hann skuldi fara við einum øðrum hvalabáti úr Suðuroy, tá teir fóru út aftur í 1939, men hetta gjørdist av ongum.
Í Klaksvík hevði hann funnið bæði arbeiði og kærleikan.
John fekk samband til Klaksvíkar, eftir at hann hitti komandi konu sína, Jonhild, í Havn í 1933. Hon var uppvaksin í Klaksvík, og tey hildu samband við hvør annan, og eftir at tey høvdu verið forlovað í eina tíð, giftust tey í 1939.
? Eg hevði einki samband havt við Klaksvík annars, men eg fall væl til, tá eg kom her at arbeiða, greiðir John frá.
Kjølbro keypti í 1939 Næraberg, og manningin á Skálaberg skuldi umborð á nýggja trolaran, tí varð brúk fyri nðggjum fólki til Skálaberg.
? Eg fekk kjans við Skálaberg, sum Mortan í Hvannasundi førdi, og eg helt, at hetta var betri kjansurin enn at fara aftur við hvalabáti.
Skálaberg var úti til seinni heimsbardagi brast á. Tá vórðu øll skipini kallað heim.
Skálaberg var staddur stutt norðan fyri Narvik, tá týskararnir hersettu Noreg í 1940. Høvdu teir verið eitt vet longri suðri, høvdu teir helst verið tiknir, men teir sluppu undan.
Teir settu norðmenninar, sum vóru við, av, tí teir vórðu innkallaðir, og síðani legði Skálaberg leiðina heim til Føroya.
Tá teir komu til Klaksvíkar, var bygdin myrkaløgd orsakað av óttanum fyri bumbuálopum.
Sigldi nógv
John sigldi við fiski til Bretlands fyrsta partin av krígnum, og hann sá eisini nakað til avleiðingar av krígnum. Teir vóru í Aberdeen, tá álop vórðu gjørd har, og teir sóu eisini ljós frá brennandi skipum í Norðsjónum.
Í august mánaði í 1940 mynstraði John av Skálaberg og fór aftur á bedingina í Klaksvík at arbeiða. Tá var nógv at gera ? millum annað umborð á skotskum trolarum.
Kjølbro keypti stutt eftir hetta smiðju í Fuglafirði, og John varð biðin um at fara til Fuglafjarðar at standa fyri smiðjuni. Teir vóru fimm mans, sum fóru til Fuglafjarðar at arbeiða, men tá skipasmiðja kom á Skála og ein nýggj smiðja í Fuglafirði, var eingin orsøk hjá Kjølbro at halda fram.
John fór síðani at arbeiða á skipasmiðjuni á Skála, har teir millum annað umvældu ensk herskip. Hann skifti millum at arbeiða í Klaksvík og á Skála.
? Mær dámdi væl at arbeiða sum smiður í landi. Tað var fjølbroytt og gott arbeiði, sigur John Thomsen.
Hann var tó nógvar túrar til skips seinni. Millum annað við Nólsoyar Páll, Jóannes Patursson og nýggja Sjúrðaberg, sum kom í 1948. Hendan Kjølbro-trolaran var John bæði við til at sigla heim og at avreiða í Gent smá 20 ár seinni. Eisini var hann við Karin K.
? Tað var nógvur fiskur at fáa, alt tað sum eg var til skips. Bæði eystanfyri og í Grønlandi, sigur John.
- Eg havi fiskað lítið undir Føroyum ? mest undir Íslandi, Grønlandi og eystanfyri.
Í 1964 fór hann at arbeiða fyri Norsk Veritas í Føroyum. Tað vóru so nógv skip bygd í Føroyum tá, at Johan Rasmussen, sum var umboðsmaður fyri Norsk Veritas, kláraði ikki alt arbeiðið einsamallur.
Í 1968 skifti John til Tryggingarsambandið at arbeiða, og har varð hann verandi til mai mánað í 1983, tá hann fór frá sum 72 ára gamal.
Eftir tað hevur John húsast í Víkunum saman við Jonhild, sum í dag er 87 ára gomul. Tey eiga børnini Onnu, Káru og Tove. Sonurin Páll doyði fyri 10 árum síðani. Abbabørnini eru tíggju í tali og langabbabørnini fimm.
Hóast John ikki longur er so oftani at síggja, so er hann tó enn ein livandi partur av býarmyndini í Klaksvík. Saman við vinmanninum Einari Mortensen plagar hann at fara biltúr. John fylgir annars framvegis væl við í øllum tí, sum fyriferst heima sum burturi. Hann er ein sera gløggur eygleiðari og viðmerkari, og tað fer eingin tíðindasending í útvarpi ella sjónvarpi framvið, uttan at John hevur fingið týdningarmestu tíðindini við.