Porkeris skúli 40 ár í dag

Hátíðarhald var í Porkeri í gjár, nú skúlin er 40 ár.

Tað eru 40 ár síðani at skúlin í Porkeri stóð liðugur. Tað eru í dag, 18. august, 40 ár síðani hann varð vígdur.

 

Hátíðarhald var í Porkeri, har m.a. talur og sangur vóru á skránni. Næmingar sungu saman við Guðrun Sólju og Arnóra Bech Petersen sang.

 

Hátíðarhaldið við morgunmati var í gjár, 17.august frá klokkan 10 til 14 fyri umleið 200 gestum. Skúlastýrið og lærarar skipaðu fyri.

 

Sera væleydnaður og hugnaligur dagur, frættist úr Porkeri.

 

Skúlin er bygdur í 1984, og teknaður á teknistovuni hjá Mikkjal Olsen. Skúlin varð vígdur 18.aug.1984 av Eivindi Vilhelm.

 

Hægsta barnatal hesi árini var 63 í 1990'unum. Nú eru 34 næmingar í Porkeris skúla. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

Mikkjal Olsen, arkitektur

Eivind Vilhelm

Beinta Gudfinnsdóttir Jacobsen, fyrstilærari.

Vagn Foldbo, Mentamálaráðið

Mannbjørn Olsen fyrrverandi fyrstilærari