Punkarin bleiv poppari

Heini Corfitz er best kendur sum orkumikli gittarleikarin í punkrokkbólkinum The Dreams. Men hann er eisini ein følin sangskrivari, ið elskar tann góða melodiin.

Heini Corfitz er best kendur sum orkumikli gittarleikarin í punkrokkbólkinum The Dreams. Men hann er eisini ein følin sangskrivari, ið elskar tann góða melodiin.

Nú er fyrsta soloútgávan á veg, og talan er um vakran melodiskan popp.


Heini Corfitz er í løtuni í upptøkuhølunum og arbeiðir við síni fyrstu útgávu sum solistur. Vit lántu hann eina løtu fyri og sluppu í sama viðfangi at hoyra trý tey fyrstu løgini av útgávuni.

Stílurin er følin melodiskur poppur, sungin við óvanliga ljósu røddini hjá Heina, ið fær tankarnar at leita móti enska bólkinum Suede.

- Vit hava spælt tríggjar sangir inn, teir skulu miksast og vera givnir út sum download fyrst í komandi ári, greiður Heini frá. Fyrstu trý løgini eru gjørd í saman við framleiðaranum Carsten Falkenlind, ið m.a. er kendur sum gittarleikari í danska tungmálmsbólkinum Mercyful Faith. Men her er altso ikki talan um tungmálm ella punk, hóast eitt samstarv millum Heina og Carsten Falkenlind kundi enda í teirri grøvini.

Hesi trý fyrstu løgini vera í næstum givin út til download. Men omanfyri er ein smaksroynd, um hvussu tey ljóða.