Punktum er sett fyri kanón kappróðrarári

Veðrið hevur verið við, kappingarnar hava verið tættar, og ongar kærur hava kastað keðiligar skuggar yvir róðrarárið

Kappróðrarárið 2009 er lokið. Tá ið Hoyvíkingur við altjóða manning var farin um málið ólavsøkuaftan, var árið søga, sum tað á Ólavsøku 2008 varð farið undir fyriteikingarnar til.

Eingin ivi er um, at talan hevur verið um fínt kappingarár. Tað hevur verið kappast í Klaksvík, í Kollafirði, á Skála, á Tvøroyri, í Fuglafirði, á Sandavági og á Havnarvág. Veðrið hevur spælt við, fyrireikingarnar hava næstan uttan undantak gingið so mikið væl, at einki hevur verið at hoyra um kærur, og spenningurin hevur verið stórur.

Undan hesum kappingarárinum gjørdi Róðrarsambandið av, at stigatalið til næstbestu bátarnar ikki longur skuldi vera fimm, men seks. Tað hevur borið við sær, at spenningurin um, hvør fór at vinna FM, hevur verið varðveittur longri, enn hann síðani 1973 hevur verið tað.

Ofta hevur tað undan Vestanstevnu verið greitt, hvør fór at vinna FM. Í ár vóru bara tveir FM vinnarar funnir undan ólavsøkuróðrinum, og í teimum fimm kappingunum, har tað ikki var greitt, hvør fór at vinna FM, var tað rættuliga stórur og stórur spenningur um, hvør fór at vinna FM.

Tað hevur eisini verið sjáldsamt, hvussu væl vinnarabátarnir hava verið býttir út um landið. Klaksvíkingar hava vunnið róðrar í tveimum kappingum. Fuglfirðingar hava vunnið í einari kapping, tey á Skálafjørðinum hava vunnið í tveimum kappingum, Argir hava vunnið í tveimum kappingum, Róðrarfelagið Knørrur hevur vunnið í einari kapping, Miðvágur hevur vunnið í tveimum kappingum, og Tvøroyri hevur vunnið í tveimum kappingum.

Sjáldan er tað komið fyri, at úrslitini hjá Havnar Róðrarfelag hava verið so soltin, sum tey hava verið tað í ár. Tað er sjálvandi ein av orsøkunum til, at tað hevur hilnast so væl hjá øðrum økjum og øðrum feløgum, at Gongurólvur við kvinnum var tann einasti báturin, sum vann róðrar fyri Havnar Róðrarfelag.

Tað er longu farið undri fyrireikingar til nýtt róðrarár. Hvør fer at taka lut í 2010, og nær tað verður farið undir venjingarnar fer tað næstu vikurnar sjálvandi at verða meiri at frætta um. Lítil ella eingin ivi man vera um, at Havnar Róðrarfelag, sum er størsta felagið í landinum, og sum eigur nógvar bátar, fer at brynja seg av nýggjum. Men úrslitini í 2009 hava ivaleyst givið hinum blóð á tonna, og tí er tað longu nú lagt upp til rimmar kappingarár 2010.

2009 fer í søguna sum kanón kappróðrarár!