Russiski forsetin, Vladimir Putin, sæst her saman við forsetunum í Kasakhstan og Usbekistan, ávikavist Kassym-Jomart Tokayev (í miðjuni) og Sjavkat Mirzijojev (til vinstru). - Foto: Sputnik/Reuters

Putin: Russiska móðurlandið undir álopi

Vladimir Putin hevur í dag hildið røðu í Moskva í sambandi við hernaðarframsýning á russiska sigursdegnum.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sæst her saman við forsetunum í Kasakhstan og Usbekistan, ávikavist Kassym-Jomart Tokayev (í miðjuni) og Sjavkat Mirzijojev (til vinstru). - Foto: Sputnik/Reuters

Russiski forsetin, Vladimir Putin, legði enn einaferð hart eftir Vesturheiminum, tá hann í dag helt røðu við hernaðarframsýning í Moskva.

Tað sæst í røðuni, sum varð send í sjónvarpi úr russiska høvuðsstaðnum.

Putin segði millum annað, at russiska móðurlandið er undir álopi, og at Vesturheimurin spreiðir hatur og russofobi. Tað skrivar tíðndastovan Reuters.

Hernaðarframsýningin er í sambandi við russiska sigursdagin 9. mai. Her verður hátíðarhildin sigurin hjá Sovjetsamveldinum á Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga.

Russiski forsetin hevur fleiri ferðir áður skírt Vesturheimin sum høvuðsorsøk til, at kríggj er brostið á í Ukraina.

Hernaðarframsýningin var á Reyða Torginum í Moskva.

Millum gestirnar var forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko. Hann hevur verið ein av fáu trúføstuu sameindu hjá Putin undir krígnum.

Eisini forsetarnir í Kasakhstan og Usbekistan, ávikavist Kasym-Jomart Tokajev og Sjavkat Mirzijojev, vóru til staðar, sæst á myndunum.

Í røðu síni segði Putin millum annað, at Vesturheimurin hevur gloymt sigurin hjá Sovjetsamveldinum á Nazitýsklandi í 1945.

Putin hevur fleiri ferðir ákært Ukraina fyri at vera nazistiskt og hevur sagt »avnazifisering« vera eina av orsøkunum til innrásina í grannalandið.

Forsetin hevur ikki lagt fram nøkur prógv fyri pástandi sínum.

Sum enda á røðuni í dag segði Putin:

 Fyri Russland, fyri okkara vápnaðu deildir, fyri sigur!

Meðan Russland í dag heldur sigursdagin, hevur Ukraina í ár valt at hátíðarhalda árliga ES-dagin, Evropadagin.

Í tí sambandinum hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, í dag vitjan av forkvinnuni í ES nevndini, Ursula von der Leyen, í Kyiv.

Dagarnar upp til 9. mai hava verið merktir av fleiri russiskum loftálopum á Ukraina. Stutt fyri vitjanina hjá Ursulu von der Leyen boðaði ukrainska loftverjan frá, at tey høvdu skotið 23 av 25 rakettum niður í nátt.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sæst her saman við forsetunum í Kasakhstan og Usbekistan, ávikavist Kassym-Jomart Tokayev (í miðjuni) og Sjavkat Mirzijojev (til vinstru). - Foto: Sputnik/Reuters