Putin og Xi fara at geva eina felags yvirlýsing til pressuna í dag. - Mynd: Maxim Shemetov

Putin og Xi lovprísa samstarvinum uttan at svara spurningum

Á tíðindafundi í dag tosa ríkisleiðarar um strategiskt samstarv og eina multipolera heimsskipan.

Putin og Xi fara at geva eina felags yvirlýsing til pressuna í dag. - Mynd: Maxim Shemetov


Fleiri enn 20 skjøl um kinesiskt og russiskt samstarv eru undirskrivað í sambandi við, at russiski forsetin, Vladimir Putin, vitjar í Kina.

Tað skrivar statsliga russiska tíðindastovan Tass í dag.

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, sigur, at Kina og Russland eru komin upp á "hægsta stig í strategiskum samstarvi".

Bæði Putin og Xi gera útsagnir til fjølmiðlarnar, men sambært tíðindastovuni Reuters taka teir ikki ímóti spurningum á tíðindafundi.

Samstarvsavtalurnar snúgva seg millum annað um handil, tøkni og gransking, skrivar BBC.

Eisini er ein avtala um "íkoma av einum multipolerum heimi" undirskrivað, upplýsir Tass.

Í eini fleirpolarari heimsskipan eru fleiri stórveldi. Hetta er í andsøgn við til dømis eina tvípolara heimsskipan við bert tveimum stórveldum, eins og undir kalda krígnum við USA og Sovjetsamveldinum - ella eina unipolara heimsskipan við bert einum stórveldi.

Kinavitjanin hjá Putin varð alment kunngjørd bert fáar tímar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, endaði ferðina til Kina í síðstu viku.

Sambært Reuters hava Xi og Putin hitst yvir 40 ferðir gjøgnum árini.

Í februar 2022 skrivaðu Russland og Kina undir eina strategiska samstarvsavtalu "uttan landamørk". Hetta var bara tríggjar vikur áðrenn russisku innrásina í Ukraina.

Russland er sera bundið at Kina.

Kina er tað landið í heiminum, sum keypir mest fossil brennievni úr Russlandi og er tann mest avgerandi búskaparligi samstarvsfelagin hjá russisku stjórnini.

 

/Ritzau/

 

 

 

Putin og Xi fara at geva eina felags yvirlýsing til pressuna í dag. - Mynd: Maxim Shemetov