Róa heldur fram sum forkvinna í Sinnisbata

Mikukvøldið 21. februar var árligi aðalfundurin hjá felagnum Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

 

Forkvinna Róa Midjord helt eina formansrøðu, sum kann lesast á heimasíðu felagsins, sinnisbati.fo.

 

Róa tosaði millum annað á, at 2017 hevur verið eitt sera virkið ár fyri Sinnisbata bæði so og so. Eitt nú hevur felagið skipað fyri fleiri stórum tiltøkum, so sum 35 ára føðingardagshaldi, sum var 27. mai í Perluni og í Reinsarínum um kvøldið.

 

- 10. oktober høvdu vit afturvendandi tiltakið, Altjóða Sálarheilsudagur. Í 2017 bleiv tað eitt nógv størri tiltak enn áður. Fleiri stovnar og feløg vóru boðin við sum samstarvsfelagar. Har vóru: Gigni, Dugni, Blái Krossur, Reyði Krossur, Fólkaheilsuráðið, Kringvarp Føroya (Røddin), Almannaverkið, KRIS, Fountainhúsið, psykiatriski depilin, Heilsurøktarafelagið og Rachel’s Vineguard. Tað bleiv eitt stórt tiltak í Østrøm í Havn, har fleiri fyrilestrar og tónleikur vóru. Har vóru eisini básar, har fólk kundu fáa kunning um feløg og stovnar. Hugsanin aftanfyri var at skapa eina heildarmynd av psykiatriska økinum á øllum økjum, ikki bara í mun til viðgerð. Har vitjaðu omanfyri 500 fólk ígjøgnum dagin. Sum nakað nýtt handaðu vit fyrstu sálarheilsuvirðislønina til ein ella fleiri, sum hava gjørt nakað serligt í mun til sálarheilsu. Tað bleiv Martin Kúrberg sum fekk heiðurin, segði Róa Midjord.

 

Á aðalfundinum bleiv nýggj nevnd bleiv vald, og hevur skipað seg soljóðandi:

 

Róa Midjord: Forkvinna

 

Marjun J. Hentze: næstforkvinna

 

Tummas Tomassen: Kassameistari

 

Súsanna Olsen: Nevndarlimur

 

Ragnar Petersen: Nevndarlimur

 

Erla Matras Jensen: Nevndarlimur

 

Beinta Victoria Sigvardsen Hentze: Nevndarlimur

 

Tiltakslimir í felagnum gjørdust: Vida Akselsdóttir Højgaard, Margreta Poulsen og Sofie Buchhave.

 

Jana Mortensen, Anna Nolsøe Joensen, Olga Maria undir Skarði og Regin Jóanesarson stillaðu ikki uppaftur.