Í morgun fór heimasíðan hjá føroyskum lesandi á Roskilde Universitet á flog. Heimasíðan hjá Røkk er ætlað føroyingum, sum á onkran hátt hava tilknýti til henda lestrarstovnin, og eisini teimum, sum umhugsa ella hava ítøkiligar ætlanir um at søkja inn á Universitetið í Roskilde. Fleiri virknir føroyingar hava gingið á hesum lestrarstovni síðani hann varð grundlagdur í 1972. Á heimasíðuni hjá Røkk er m.a møguleiki at lesa um hvørjar avbjóðingar og arbeiðsroyndir nøkur teirra hava fingið eftir lokið universitets prógv.
Ætlanin er eisini, at heimasíðan hjá Røkk skal vera eitt bindilið ímillum tey sum eru lesandi og føroyska vinnulívið og tískil verður møguleiki fyri at lesa verkætlanir, sum eru skrivaðar av føroyskum lesandi á stovninum. Sjálvur lestrarbankin er stórur á RUC og hetta merkir, at fleiri kompetent og spennandi granskingarprojekt verða gjørd á hvørjum ári. Í ár er onki undantak, og nøkur teirra snúgva seg um føroysk viðurskifti, sum verða atkomilig á heimasíðuni hjá Røkk.
Um átakið Røkk, kann sigast, at hetta byrjaði í smáum sum ein facebook bólkur einans fyri føroysk lesandi á Roskilde Universitet. Hetta var á heysti 2011. Tó varð skjótt tikið stig til at skipa Røkk sum eitt ítøkiligt áhugafelag. Stórur áhugi var fyri hugskotinum, og nógv orka varð løgd í. Eitt stórt stig á leiðini er dagurin í dag, nú Røkk alment kunnger heimasíðuna www.rokk.fo. - Vit eru sera errin at vísa okkara heimasíðu fram, og vit í nevndini hava arbeitt miðvíst við hesum alt lestrarárið, sigur forkvinnan Anna Sofía Lava, sum afturat sær í nevndini hevur Mariu Vilhelm Poulsen, Ingibjørg Oddmarsdóttir Petersen, Fridu Poulsen, Duritu Samulsen, Eirikur Jákupsson, Anniku S. Biskopstø, Ann Kristinu Svabo Simonsen og Sissal Fossá.
- Arbeiðið hjá Røkk snýr seg fyrst og fremst um at varpa ljós á fakligu eginleikarnar hjá teimum lesandi. Harumframt liggja eisini aðrar spennandi avbjóðingar fyri framman, sigur forkvinnan, og vísir á, at fyrsta almenna tiltakið hjá Røkk fer av bakkastokki í vikuni. Talan er um eitt kunningartiltak, sum verður hildið í samstarv við Vinnuhúsið, har endamálið er at varpa ljós á hvussu lesandi í útlegd, og eisini heima í Føroyum, kunnu leinkjast til føroysku vinnuna, bæði undir lesnaðinum og eisini aftaná. Tiltakið hóskvøldið 13. juni verður hildið í Føroyahúsinum og byrjar kl 19.00. Eisini hevur Røkk gjørt eina like síðu á Facebook, sum eftir bert 24 tímar hevði fingið 100 likes". Hetta boðar frá góðari undirtøku og tað eru vit sera fegin um, endar Anna Sofía Lava.