Ríkmaður í Noreg hevur keypt Spies

Størsta ferðaskrivstova í Danmark, Spies, hevur í dag fingið nýggjan eigara.

Ein bólkur við norska ríkmanninum Petter Stordalen á odda hevur í dag kunngjørt keypið av norðurlendska partinum av Thoms Cook.

Tað snýr seg um ferðafeløgini Ving, Spies, sum eru tey størstu í Danmark, og Tjæreborg eins og hinar norðurlendsku partanar av flogfeløgunum hjá Thomas Cook.

Keypið er úrslit av húsaganginum hjá Thomas Cook-konsernini.

Her nøkur fakta um nýggju eigararnar:

– Strawberry Group (40 prosent)

–Sgtravbwrry Group er eitt móðurfelag hjá norska ríkmanninum Petter Stordalen við ymsum handilsævintýrum. Bólkurin hevur feløg í ymsum vinnugreinum sum eitt nú gistingarhús-, fastogns-, lista- og fíggjarvinnuni.

Í Danmark eigur bólkurin millum annað Hotel Comfort, Copenhagen Airport, Posthuset og Sankt Petri Hotel – øll í Keypmannahavn.

Petter Stordalen eigur bólkin saman við trimum børnum sínum.

– Altor (40 prosent)

Altor er ein bólkur við fimm kapitalgrunnum, sum eiga ognir fyri umleið 8,3 milliardir evrur. Grunnarnir gera ofta íløgur í norðurlendskum og norðurevropiskum feløgum.

Í Danmark kenna tey Altor aftur frá keypinum og OW Bunker, har Altor var við til at skráseta felagið á virðisbrævamarknaðinum. Fáar mánaðir senni fór felagið á húsagang.

Síðani tá hava fleiri íleggjarar skuldsett Altor fyri villleiðing í sambandi við skrásetingina á virðisbrævamarknaðinum.

– TDR Capital (20 prosent):

TDR Capital er ein bretskur kapitalgrunnur, ið sum oftast ger íløgurí ymsar bretskar ketur, men eisini millum annað hevur norska ferjufelagði Hurtigruten.

Keldur: TDR Capital, Altor og Strawberry Group.

 

/ritzau/