Úr Maskinrúminum í DR

Í kvøld hevur útvarpsstøðin P2, ið er ein partur Danmarks Radio, sending um trí-fløguna Úr Maskinrúminum hjá Kaj Klein.

Í allan tíman millum 22-23 í kvøld verður stórfingna útgávan hjá Kaj Klein og Tóroddi Poulsen tikin upp í sending hjá Erik Kramshøj.

 

Fløgan í kom út herfyri er ein frálík ferð inn í tónleikin við vestmenninginum Kaj Klein, ið saman við yrkjaranum Tóroddi Poulsen og einum flokki av sera dugnaligum donskum tónleikarum hevur skapt eitt verk, har orð og tónar smelta saman til okkurt størri.

 

Man kan fara inn á dr.dk/p2. og lurta beinleiðis í kvøld, ella podkasta hana ímorgin.