Ró og Jákup mest nýttu nøvnini

Um tú heldur at nógvir nýføðingar fáa nøvnini Jákup ella Ró, so er tað ikki uttan orsøk. Tey bæði nøvnini eru nevniliga tey mest nýttu nøvnini higartil í 2018. Tað vísir nýggjasta uppgerðin yvir fólkanøvn, ið Anfinnur Johansen, formaður í navnanevndin, ger á hvørjum ári fyri Álmunakkan.

Sambært hagtølunum hjá Anfinni Johansen hava níggju dreingir fingið navnið Jákup í ár. Av teimum eru tað sjey, ið hava fingið Jákup til fornavn, ein til seinna navnið og ein til triðja navnið. Um bara verður hugt eftir hvat navn er mest nýtt í samband við fornavn er Jákup á einum deildum fyrsta plássi við Jógvan.

Innan gentunøvn er støðan eitt sindur øðrvísi, har Ró er mest nýtta gentunavnið higartil í ár. Tilsamans hava 13 gentur fingið navnið Ró, men av teimum eru tað einans 4, ið hava fingið tað til fornavn. Orsøkin til fyrsta plássið er, at tað er væl dámt sum annað navn, tí tað eru níggju børn fødd í ár, ið bera tað sum annað navn.

Mest brúkta fornavnið er hinvegin bíbilska navnið Eva. Ellivu av teimum gentum, ið eru føddar í Føroyum í ár, hava fingið fornavnið Eva.

Tey 3 mest nýttu dreingjanøvnini og tey 3 mest nýttu gentunøvnini eru hesi (tølini uttan klombur eru fyri einnevni/fyrra/fyrsta navnið, tølini í bugklombrum eru fyri seinna/2. navnið, og talið í hornklombrum er fyri síðsta/3. navnið):

               Dreingjanøvn Gentunøvn

1. Jákup 7 + (1) + [1] 9      1. Ró 4 + (9) 13

2. Jógvan 7      2. Eva 11

3. Elias 4      3. Maria 2 + (4)

                Lias 2 6               Marie (1) 7

3. Pauli 3 + (3) 6