Rósa Samuelsen tikið sæti á tingi

Rósa Samuelsen úr Sandavági hevur í dag tikið sæti á tingi.

Komandi dagarnar verður Rósa Samuelsen úr Sandavági tinglimur fyri Sambandsflokkin. Hon hevur tikið sæti á tingi fyri Marjus Dam, løgtingsmann, sum er í farloyvi.
 
Rósa Samuelsen hevur ikki havt sæti á tingi fyrr, men hon er virkin í kommunalpolitikki. Hon er borgarstjóri í Sandavágs kommunu og er harumframt forkvinna í Føroya Kommunufelag.