1: Roynið og haldið tykkum frá ov nógvum sukri. Tað er størsti fíggindin, hóast nógv halda tað er feitt. Karamellurnar, kakurnar, sodavatn, bommini, og alt sum líkist.
2: Roynið og haldið tykkum frá ov nógvum kolhydratum. Hetta er alt tað hvíta, so sum rís, eplir, pasta, breyð. Hvítt mjøl er ikki gott fyri kroppin, av tí tað gevur kroppinum lítla orku, og hevur ongar vitaminir.
Tó eru eisini sunnar kolhydratir, so sum grønmeti, alt við nógvum fullkorni (fullkornsbreyð, fullkornspasta, brúnt rís) og bønir.
3: Ikki oveta. Á jólum hava vit altíð lyndi at fáa okkum ein ella báðar tveir tallerkar afturat. Hugsa um støddina og mongdina á portióninum tit fáa tykkum. Til ber at fáa sær ein minni tallerk enn vanligt. Ofta royna vit altíð at eta alt á tallerkinum, hóast vit eru mett. Um tallerkurin er minni, skuldi hesin trupulleikin ikki verið til staðar.
4: Minst til at røra teg! Nú hava flestu okkara frí, og tí átti tað at vera ein upplagdur møguleiki at rørt seg. Helst um hugurin at eta eitt sindur meira enn vanligt er har. Tað er ikki bert týdningarmikið at røra seg, men eisini at síggja hvønn ágóða rørsla hevur. Vit hava fingið eitt hjarta, ið skapar ein puls. Pulsurin kann gera framstig, bara við at ganga nakrar ferðir um vikuna. Vit hava vøddar, ið bíða eftir at vera styrktir og flyta seg. Tá vøddar eru í gongd, fer blóðrensli í gongd, pulsurin fer í gongd, lunguni fara í gongd. Ilt kemur til heilan. Heilin sleppur brádliga at anda aftur. Vit øll vita, at rørsla ger bara gott, og øllum tørva tað. Byrja spakuliga. Um tú ikki hevur gjørt nakað í fleiri ár, byrja við einum gongutúri.
Les meir um Monu í Sosialinum, sum kom út í gjár