Í gjár fóru Edmund Joensen, løgmaður, Arne Poulsen, stjóri á Vinnumáladeildini, Herólvur Joensen, deildarstjóri á oljumáladeildini og Rúni Joensen, løgmansskrivari á almenna vitjan í Noregi.
Tað er norski orkumálaráðharrin, Frøjland, sum hevur boðið løgmanni og føroyskum oljumyndugleikum at vitja og kunna seg við oljvinnuna í Noregi.
Farið verður til Oslo, har løgmaður skal hitta orkumálaráðharrin og har fer hann at tosa við norskar myndugleikar um oljulóggávu, leitingarpolitikk, útbygging, rakstur av oljufeltum, umhvørvisspurningar ol.
Eftir tann almenna partin fer løgmaður at hitta umboð fyri tey trý stóru norsku oljufeløgini, Statoil, Norsk Hydro og Saga. Umboð fyri feløgini fara at greiða frá luttøku teirra í oljuvinnuni.
Síðani er ætlanin, at løgmaður skal vitja úti á Snorrefeltinum, sum Saga Petroleum er operatørur fyri. Hetta verður fyrstu ferð, at løgmaður, sum umsitur oljumál, vitjar á einum oljupalli til havs.
-Túrurin í Noregi er ein liður í at kunna seg og fyrireika, áðrenn tað endaliga verður farið undir at fyrireika eina føroyska kolvetnislóggávu sigur løgmaður.
Hann vísir á, at tað er væl Noreg, sum í okkara eygum, hevur dugað best at fáa burtur úr oljuvinnuni, og tí er tað bæði náttúrligt og rætt at taka av eini innbjóðing at vitja Noreg sigur løgmaður.
Løgmaður sigur seg vóna at kunna koma heimaftur við meira vitan og hevur hann sínar næstu embætismenn á økinum við.
Tingmenn eisin til Noregs
Vit spurdu løgmann, hvussu tað ber til, at hann nú sjálvur fer út at vitja oljuvinnuna, tá hann annars hevur lagt upp til, at tingmenn skulu ikki taka av innbjóðingum at vitja útlendsk oljufeløg!
-Eg fari sum ráðharri á økinum at vitja ein oljuráðharra og tað er fult í tráð við tann politikk, sum er lagdur. Tað er so eisini avtalaður ein túrur fyri tingmenn til Noregs í næstum, og tað er løgtingið og okkara oljumyndugleikar, sum skipa fyri saman við oljumyndugleikunum í Noregi.
Løgmaður hevur annars eina innbjóðing at vitja í Bretlandi. Hann sigur, at tað hevur ikki verið høvi at fara til Bretlands enn men vónar, at tað verður eitt sindur seinni.
Í London
Um somu tíð sum løgmaður er á vitjan í Noregi fer ein føroysk samráðingarnevnd undir samráðingar í London um ásetan av marki millum londini.
Løgmaður vil ikki gera viðmerkingar til hesar samráðingar. Heldur ikki formaðurin í nevndini, Árni Olafsson, vil gera viðmerkingar til komandi samráðingar, sum eru í trúnaði.
Sosialurin skilur annars, at tað hava verið fundir á politiskum stigi í Føroyum um eitt nýtt føroyskt útspæl, men einki er likið út um, hvat hetta útspælið inniheldur.
Annars skilur Sosialurin støðuna soleiðis, at hóast báðir partar siga seg vilja gera tað teir eru mentir fyri at finna eina skjóta loysn, so er kortini langt millum partarnar.
Eitt nú vilja føroyingar ikki hoyra talan um bretsk krøv, ið snúgva seg um, at føroyingar kunnu ikki brúka Munkin ella syðsta enda av Suðuroynni sum grundlinjupunkt. Bretar vilja bert góðtaka eitt grundlinjupunkt, sum liggur miðskeiðis í Suðuroynni. Við grundlinjupunkt skilst eitt pláss, haðani tú ásetir markið út frá.
Føroyingar hinumegin hava ikki vilja góðtikið, at bretar brúka óbygdar klettar og sker sum grundlinjupunkt, men hava higartil viljað góðtikið St. Kilda sum grundlinjupunkt. Har hevur verið ein bretsk herstøð í meira enn 40 ár, men hon verður nú løgd mannleys.