Ragnar Olsen á veg til Spaniu

- Sjálvandi skulu áhugamálini hjá eigarunum bæði teimum, sum nú hava selt og nýggju eigarunum, røkjast, og tí eri eg nú á veg niður til Spaniu, sigur Ragnar Olsen

Eigaraskifti

Nú sáttmáli er undirskrivaður millum Ognarfelagið frá 1980 og Faroe Seafood um sølu/ keyp av øllum virkseminum hjá felagnum, Beta, er ógreitt, um Ragnar Olsen, sum hevur verið reiðari og stjóri í felagnum seinastu árini, fer at halda fram hjá nýggju eigarunum.
- Sjálvandi havi eg í eina tíð vitað, hvat hevur verið í umbúna. Tað vil so vera, tá ið tú ert dagligur leiðari í fyritøkuni. Um eg eri keddur ella ikki, dugi eg ikki at siga í løtuni.Spurdur, um hann væntar at halda fram í starvi hjá nýggju eigarunum, sigur Ragnar, at tað dugir hann ikki at siga í løtuni.
- Sum eg havi skilt, verður yvirtøkudagurin av virkseminum mánadagin komandi, og eg dugi ikki í løtuni at siga, hvussu verður.
Hann sigur seg ikki vita við vissu, hvussu Faroe Seafood ætlar at reka virksemið víðari.
Ragnar sigur, at hann hevur góða tíð, og sum dagarnir ganga, verður greitt, hvussu verður og ikki.
- Hvør mín leiklutur verður frameftir, fer tíðina at vísa. Livst, so spyrst, leggur hann aftrat.
Tá ið Sosialurin hitti Ragnar Olsen í telefonini í morgun, var hann á veg til Spaniu, har felagið letur tveir nýggjar trolarar byggja.
- Sjálvandi skulu áhugamálini hjá eigarunum bæði teimum, sum nú hava selt og nýggju eigarunum, røkjast, og tí eri eg nú á veg niður til Spaniu, sigur Ragnar.
Hann væntar ikki, at nýggju skipini verða liðug síðst í hesum árinum, sum ætlanin annars var, men hann væntar, at tey í staðin verða liðug og klár til fiskiskap til várs.
Ragnar Olsen sigur, at umframt nýggju skipini, sum nú verða bygd í Vigo í Spaniu, átti felagið tvey loyvi aftrat.
- Málið hjá okkum var at byggja tilsamans seks nýggj skip fyri teir átta gomlu kuba-trolararnar, sigur reiðarin í Saltangará.