Ragnar Finnson slapp víðarí í kappingini ?Talent 2008? Bara 12 ára gamli Ragnar Finnson var millum teir 32 luttakarnir, sum sluppu víðari í hálvfinaluna í ?Talent 2008?.
Fyri tveimum vikum síðan spældi føroyingurin seg í hjørtuni á tveimum av dómararunum við lagnum ?Time Of Your Life Good Riddance? hjá Green Day. Peter Aalbæk Jensen, ein av dómararunum, er ikki serliga glaður fyri børn, og hann sat eisini við bakinum til, tá Ragnar Finnson og tríggir aðrir luttakarar trinu á pallin at fáa boðini. Og endin var, at punkarin úr føroyska høvuðsstaðnum slapp víðari.
Ragnar Finnson skal framføra aftur fyri dómararunum fríggjakvøldið tann 3. oktober.