Ragnar triðstørsta talent í ríkinum

Fríggjakvøldið varð Ragnar Finnsson, av hyggjarunum hjá Talent 2008, valdur at vera triðstørsta talentið í kappingini. Lagið, Ragnar framførdi var eitt gamalt lag, sum Ragnar hjálpti til at gera liðugt. Frammanfyri Ragnar vóru Nicklas og »Robotdreingirnir.« Hesir seinastu vunnu kappingina

12 ára gamli Ragnar Finnsson úr Havn, var fríggjakvøldið við í finaluni í Talent 2008. Tað gekk væl hjá honum, og Martin Hall – ein av dómarunum – sá hann sum favoritt at vinna kappingina. Julie Steincke segði hann vera »the real deal«.

Illa kann sigast annað, enn at sangurin »She’s leaving«, sum The Dreams sangarin, Hans Edward Andreasen, hevur gjørt saman við Ragnari, varð væl móttikin millum hyggjararnar. Tí væl má vera frágingið, tá Ragnar endaði á triðja plássið í kappingini.

Beint eftir finaluna greiddi Ragnar Finnsson frá, at hann var sera væl nøgdur við úrslitið, og at sangurin kemur út á myspace síðuna hjá Ragnari um stutta tíð.


Eitt gamalt lag hjá The Dreams

Tá ið Ragnar trein á pallin í finaluni í Talent 2008, framførdi hann lagið »She’s leaving.« Tað vóru kanska fleiri, ið hava fylgt The Dreams, ið kendust við lagið, og tað hevur sína nattúrligu frágreiðing.

- Tað er eitt gamalt lag hjá Hans Edward í The Dreams. Aftaná hava vit hjálpst at gera tekstin ordiliga lidnan og arrangera tað. Vit bygdu líkasum víðari uppá gamla lagið, sigur Ragnar Finnsson. Hann fegnast eisini um samstarvið hann hevur havt við The Dreams, og væntar at hann í framtíðini sleppur at spæla saman við teimum onkuntíð.

- Teir hava verið ordiliga fittir alla tíðina, so eg kann ikki siga nakað annað um teir, flennir Ragnar.


Ein feit uppliving

Ragnar Finnsson var sera fegin um framførsluna hjá sær fríggjakvøldið.

- Mann minnist ikki so nógv, vit spældu bara, og so mátti tað bara vera so, greiðir Ragnar Finnson frá. Sum metir hesa seinastu framførsluna vera ta bestu hann hevur havt í Talent 2008.

Ragnar gjørdist nummar trý í kappingini, og var tann seinasti at vera valdur millum trý tey bestu. Tá síðani endalig úrslitið kom, og Ragnar fekk at vita, at hann gjørdist nummar trý, sá hann sera fegin út, og spurningurin er, um hann helt seg hava vunnið.

- Eg var bara mega glaður at blíva nummar trý, eg helt meg ongantíð hava vunnið, men nummar trý var tað besta eg hevði væntað. Tað er eisini meira enn gott at blíva nummar trý, so tað var bara pissefeitt, fortelur ungi punkarin.


Ein skúladagur sum aðrir

Í dag er Ragnar aftur í skúla á Venjingarskúlanum, har hann gongur í sætta flokki. Hann metir ikki, at nakað er broytt sum so.

- Tað er akkurát sum vanligt at vera aftur í skúla. Sjálvandi hava tey ynskt mær til lukku og so framvegis, men annars er onki óvanligt við skúladegnum. So tað er fínasta slag og deiliga avslappað, sigur Ragnar.


Nýggir møguleikar

Ragnar ivast ikki í, at talentluttøka fer at skapa honum møguleikar innan tónleikin.

- Nú eru nøkur tilboð um at spæla konsertir, so eg fari at royna at spæla har sum eg kann. Men mann má sjálvandi taka tað sum tað kemur, fortelur ungi havnarmaðurin, ið hevur bæði beinini niðri á jørðini, hóast hann er vorðin ein kendur føroyingur eftir hondini.


Nicklas var mín favorittur

Hóast robotdreingirnir vunnu kappingina, vóru tað ikki teir Ragnar helt vera bestar.

- Nicklas The Nerd var mín favorittur, men hann bleiv so nummar tvey, sigur Ragnar Finnsson, sum er fegin um sína egnu luttøku í Talent 2008.