Rán í Havn gjárkvøldið

Tvey fólk í masku løgdu á eitt starvsfólk í SMS sum var á veg í bankan við pengum

 

Í gjárkvøldi varð BankNordik í Havn rændur.

Tað var klokkan 23.30 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um eitt rán, sum var farið fram uttanfyri BankNordik á Húsagøtu í Tórshavn. 


 

Eitt starvsfólk úr SMS var á veg í bankan við pengunum í kassanum, tá ið tvey fólk í masku løgdu á hana, sigur løgreglan.


 

- Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, at ránsfólkini fingu bara ein part av pengunum við sær.

Eftir hettar flýddu persónarnir móti Tinghúsvegnum.

 

Í samband við ránið, sóknast løgreglan eftir einum svørtum BankNordik pengalumma, ið kann vera tveittur burtur.

 

- Maskurnar, ið nýttar vóru, høvdu "deyðninga høvd" á. Tær eru ikki funnar enn.

 

- Málið verður nú kannað, og løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitt hvørt í samband við hendingina.