Rasmus Seebach: Búnar kvinnur eru seksutar

Rasmus Seebach er 29 ára gamal, og honum dámar væl kvinnur, ið eru væl yvir tey 30. Í einum viðtali við Alt For Damerne sigur Seebach, at hann kennir seg drignan av eldri kvinnum. Hann sigur seg hava havt forhold til eina eldri kvinnu, og at tað var sera týðiligt, hvat hon vildi ? og tað dámar tí unga sangarinum.

 

Hann sigur seg framvegis vera áhugaðan í yngri kvinnum, men um tað er nakað, ið kann fáa unga Seebach upp at flákra, so eru tað kvinnur, ið ikki spilla sína tíð upp á at hugsa um rukkur og leysa húð.

 

- Kvinnur kunnu væl gerast enn meira seksutar við aldrinum, eisini hóast tær fáa nakrar fittar, lítlar rukkur. Tær verða meira sjálvsikrar og sterkar, og tær fáa meiri útstráling, sigur hann við Alt For Damerne.

 

Og ein teirra, ið kundi verið idealkvinnan hjá Seebach er danski politikkarin, Ritt Bjerregård.

- Eg haldi, hon er drigandi, tí hon enn hevur eitt stolt andlit og er sjarmerandi, sigur Rasmus Seebach.

 

Kelda: tv2.dk