Turið Kjølbro
Í dag verður Regin Dahl, skald og tónasmiður, 80 ár.
Regin var borin í heim í Sandágerði í 1918, sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, ið var dóttir gitna tónleikalæraran, Bakar Hansen.
Regin hevur búð nærum alla sína ævi í Danmark. Eftir lokna skúlagongd í Føroyum fór hann á Sorø Akademi at ganga, haðani tók hann studentsprógv í 1937. Einasta árið síðani hann hevur búð í Føroyum var í 1937. Leiðin gekk aftur til Danmarkar, har hann fór undir at lesa fagrar bókmentir og norrønt.
Í 1947 tók hann við ráðgevarastarvi á bókaforlagnum, ið seinni fekk navnið Gyldendahl, og til fyrst í áttatiárunum starvaðist hann sum handritametari og ráðgevi har.
Regin Dahl er eitt av høvuðsnøvnunum, ið mynda fýratiárini á tí lýriska økinum. Hann breyt so við og við gamlan yrkingarhátt og lyfti formliga og innihaldsliga føroyskan bundnan skaldskap eitt stig fram á leiðina. Hann var lýrikari burturav hóast hann skrivaði eitt sindur av prosa.
Fyrstu yrkingar hansara vóru ávirkaðar av yrkingum J. H. O. Djurhuus, H. A. Djurhuus og Jóannes bónda, men tá fyrsta savnið kom út í 1937 átti hann sín egna stíl. Tað var savnið Í útlegd, og fyribrigdið útlegd
gongur ígjøgnum allan skaldskapin hann síðani skrivaði.
Málmeistari
Í sambandi við henda stóra føðingardagin skipa forlagið Stiðin og Rithøvundafelagið fyri hátíðarhaldi í høllini á Læraraskúlanum sunnudagin. Regin er heiðurslimur í Rithøvundafelagnum. Í hesum sambandi
fer Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, at siga nøkur orð um skaldið Regin Dahl.
- Tað er serliga lívsáskoðan Regins, virðini í fortíðini, ikki bara í føroyskari, men eisini europeiskari fortíð, ið skaldskapur Regins byggir
á. Henda burturmista verðin, sum eisini virkar sum grundarlag til at meta samtíðina ímóti. Í yrkingum hansara er nógv mentanarligt atfinningarsemi, tí er Regin á ein hátt samtíðarkritikari, sigur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur.
- Regin er skyldur við ættarliðið av donskum skøldum, ið gjørdu vart við seg í tíðarritinum Heretica, ið kom út frá 1948-1954, høvundar sum Martin A. Hansen til dømis.
Regin hevur havt stóran týdning fyri føroyskan skaldskap og ikki so fáir yrkjarar brúka av hansara orkukeldu.
- Tað kemst av, at Regin er ein sannur málmeistari, hann skrivar sjáldsama væl og hevur eitt eyðkent gott føroyskt mál. Heðin M. Klein haldi eg er ávirkaður av honum og summi siga, at tað eri eg eisini. Tað er í ein ávísan mun rætt. Tað týdningarmesta er, at Regin hevur eggjað øðrum til at skriva burtur úr skugganum av J. H. O. Djurhuus.
- Regin umboðar avgjørt nakað nýtt, fekst og sjálvstøðugt. Yrkingar hansara eru upprunakendar og nýskapandi. Men hann er lítillátin og tað sipa ikki minst heitini á yrkingasøvnum hansara til, Tríkirni og Orðakumlar til dømis.
- Hóast útlegdin er tema í skaldskapi hansara, so er tað øðrvísi viðgjørt enn eitt nú í fosturlandsyrkingum. Hann hevur lyft tað upp á
annað skaldsligt støði. Hann er als ikki romantiskur í so máta, men hevur ein trúarligan undirtóna í yrkingunum. Hesin mentunarligi arvurin hann hevur, tann kristni, um undanmenn hansara standa fyri, eitt nú pápi hansara, próst Dahl, H.A. Djurhuus og Jóannes bóndi, leggur hann stóran
dent á í skaldskapi sínum, sigur Carl Jóhan Jensen.
Tónleikurin lagaður til orðini
Regin er ikki bert skald, hann er elsti føroyski tónsetarin. Løgini hann hevur gjørt eru sera vøkur, men samstundis krevjandi at syngja, tí tey spenna so vítt.
Í formælinum til Atlantsløg, ið kom út í 1996, sigur Marianne Clausen, sum hevur skrivað 420 løg upp, ið Regin hevur sungið inn á band, at tað hevur henni ongantíð fallið í lut at hoyra so nógv løg frá einum komponisti, sum eru so góð og vøkur, spennandi og skiftandi sum løgini hjá Regini Dahl. Tónleikurin er altíð lagaður til mál, innihald og til ta tíð, yrkingin er frá. Tey spreingja stirvnu og avmarkaðu nótaskipanina, tí Regin kennir seg ikki bundnan av teimum reglum, sum eru galdandi. Hann toyggir tónarnar longri enn vanligt, tí avgerandi er altíð innihaldið í tekstunum og tað sum Regin sjálvur heldur vera tað rætta.
Sum føðingardagsheilsan til Regin kemur fløga út við 20 løgum. Tað eru forløgini Stiðin og Orð & Løg, ið standa fyri útgávuni.
Trý kór heiðra Regini
Sum nevnt verður stórt hátíðarhald fyri Regini sunnudagin Tað verður í Læraraskúlanum og byrjar kl. 16. Fyrst syngur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Beck. Síðani flytur Carl Johan Jensen, rithøvundi fram røðu. Eftir tað syngur Tórshavnar Kamartrio. Berghild Poulsen syngur solo. Síðani hoyra vit Carina Maritima syngja undir leiðslu av Paula í Sandágerði.
Síðst á skránni er enn eitt kór. Tað er Havnarkórið, sum fer at syngja fyri føðingardagsbarninum undir leiðslu av Ólavi Hátún.