Í Havnini koyrir ein bláur Mitsubishi Pajero jeepur við eini heldur sjáldsamari nummarplátu. Á nummarplátuni stendur rætt og slætt »CQWXZ«.
Væl vitandi at við at gjalda eitt sindur eyka ber til at fáa sær eina ynskiplátu, men hví júst hesa samanseting. Tað vísti seg, at hetta var jeepurin hjá Regin Eikhólm, tannlækna í Havn.
- Hetta er ein amnesti pláta fyri forfjónaðar og forfylgdar bókstavar í føroyska alfabetinum, og her verða teir standandi, inntil teir hvør sær aftur eru at finna í føroyska alfabetinum, har teir natúrliga hoyra heima, sigur Regin Eikhólm, avgjørdur, tá vit spyrja um hesa sjáldsomu nummarplátu.
Tað føroyska alfabetið kemur tá at síggja nakað soleiðis út:
*A Á B C D E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Ð
- Tað gevur onga meining at útihýsa nøkrum bókstavum, sum vit øll brúka dagliga. Málfelagið hevur í mong ár arbeitt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska móðurmálinum – bæði í skrivt og talu, og tað gongur tann rætta vegin. Tað eru alt fleiri føroyingar – bæði burturi sum heima – ið ynskja, at tað nú verður loyst upp fyri tí spennitroyggju, føroyska málið hevur verið latið í, soleiðis at móðurmálið verður vongurin sum ber flogið, sigur Regin Eikhólk.
Hann sigur, at hetta krevur fyrst og fremst, at vit hava eitt nøktandi alfabet ella ein bóstavabasis sum omanfyri standandi, og tí vóna tey í Málfelagnum, at Mentamálaráðið fer at taka hetta upp í næstum.
- Tað hevði helst frøtt V. U. Hammershaimb á hansara 190 ára føðingardegi 25. mars, at tað finst eitt aktivt Málfelag her í Føroyum, ið stríðist fyri at geva føroyska móðurmálinum alheims flog - ikki við læntum ella puristiskum fjarðum, men við basis í tí unikka móðurmálsliga svanaflogi, vit fingu frá móðurbarmi, og sum vit øll eru ábyrgdarar av, sigur Regin Eikhólm.