Tríggir føroyingar hava verið í dysti í íslendskum fótbólti í kvøld. Teir vóru Gunnar Nielsen og Brandur Hendriksson í FH og René Shaki Joensen í Grindavík.
FH hevði gyltan møguleika at taka oddasessin, tá ið teir á heimavølli høvdu vitjan av aftasta liðnum í deildini, Keflavík, men tað bleiv tó ikki meira enn til ein 2-2-javnleik. Gunnar Nielsen spældi allan dystin, meðan Brandur Hendriksson bleiv útskiftur eftir 65 minuttum. Avloysari hansara, Atli Guðnason, stóð fyri útjavnandi 2-2-málinum.
René Shaki Joensen og teir úr Grindavík høvdu somuleiðis møguleika at taka oddasessin, tá ið teir fingu vijan av Fylkir. Hjá teimum hepnaðist betur, tí við 2-1-sigri eru teir nú einsamallir á odda í íslendski Pepsideildini. René spældi allan dystin.
Grindavík hevur nú ikki tapt í fimm dystum á rað. Verri er gongdin hjá FH, sum í kvøld fór triðja dystin á rað av vøllinum uttan at hava vunnið.