Føroyska landsstýrið, grønlendska landsstýrið og danska stjórnin hittast í morgin í Keypmannahavn til hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku samstarvsnevndini.
Tað skrivar forsætismálaráðið í tíðindaskrivi í dag dag.
– Á fundinum luttaka Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Mette Frederiksen forsætisráðfrú. Her fáa tey trý londini høvi at kjakast um politisku og búskaparligu støðuna í Ríkisfelagsskapinum.
– Eftir ríkisfundin verður fundur í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisku samstarvsnevndini. Eisini luttaka varaforsætisráðharrin og verjumálaráðharrin, uttanríkisráðharrin og løgmálaráðharrin og teirra føroysku og grønlendsku starvsfelagar, skrivar Forsætismálaráðið.
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, luttekur tó ikki á fundinum.
Í morgin fer Lars Løkke Rasmussen saman við grønlendsku uttanríkisráðfrúuni, Vivian Motzfeldt, á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og amerikanska varaforsetan, J.D. Vance, í Hvítu Húsunum í Washington D.C.
Tað boðaði Lars Løkke Rasmussen frá fyrr í dag eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini hjá danska fólkatinginum.
Bíðað verður við stórum spenningi eftir hesum fundinum, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í eina tíð hevur víst á ynski um at "fáa" Grønland av trygdarávum.
Bæði danska og grønlendska stjórnin hava blankt avvíst hesum ynski.
Tilsamans sjey NATO-lond, harímillum Danmark, søgdu í eini fráboðan í síðstu viku, at eingin annar enn Danmark og Grønland hevur rætt til at taka avgerðir um framtíðina hjá Grønlandi.
Hinir medskrivararnir av yvirlýsingini eru Stórabretland, Týskland, Frakland, Italia, Spania og Pólland.
Donald Trump hevur upplýst, at um USA ikki yvirtekur Grønland, so eru Kina og Russland til reiðar at gera tað. Hann hevur áður ikki noktað fyri at brúka hermegi fyri at fáa Grønland.
/Ritzau/











