Ritan hóskandi avloysari fyri Másan

Strandfaraskip Landsins hevur um páskirnar roynt Rituna, sum hevur røkt svínoyarleiðina. Skipið hevur riggað avbera væl, men enn er ov tíðliga at siga, um svínoyarleiðin fær eitt nýtt skip fyri 50 ára gamla Másan, sum arbeitt verður við at skifta út

Um páskirnar hevur Ritan, ið vanliga røkir nólsoyarleiðina, verið í sigling á svínoyarleiðini. Sum skilst, hevur nógv fólk ferðast í oyggjarnar hesar dagarnar, og er fólkið væl nøgt við Rituna.

- Tað hevur gingið óalmindiliga væl, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, skipsinspektørur hjá Strandfaraskip Landsins.

- Ritan gevst í dag. Hetta var ein roynd fyri at síggja hvat skipið kann nýtast til. Vit hava eina lítla játtan á fíggjarlógini, sum ikki røkkir til nýtt skip á svínoyarleiðini. Tískil royna vit at finna eina loysn við teimum skipum, vit hava í sigling, greiðir Jóhan Petur Abrahamsen frá.

Másin, sum í ár hevur fimti ár á baki, hevur ligið á beding hesar dagarnar, og fer aftur á beding seinast í mánaðinum, tá nýggjur rottangi skal setast í skipið. Í løtuni er Strandfaraskip Landsins í ferð við eftirmetingarnar av siglingini hjá Rituni á svínoyarleiðini. Tað er eingin loyna, at Másin ikki er rætta skipið til siglingina á svínoyrrleiðini, men støða skal eisini takast til, um Ritan er eitt hóskandi skip.

- Tølini vísa, at 74 fólk vóru við ein túr, og 79 ein annan. Men dagliga ferðast kanska sjey fólk við Másanum. Tá kann tað ikki loysa seg at seta eitt skip í sigling, sum tekur 100 fólk.

Jóhan Petur Abrahamsen leggur afturat, at onkrar tillagingar skulu gerast, um eitt skip sum Ritan verður sett í sigling. Havnaviðurskiftini mugu til dømis broytast, umframt aðrar tillagingar við skipinum skipinum.

- Men afturmeldingarnar vóru óalmindiliga góðar frá ferðafólki, ið gjørdi brúk av Rituni um páskirnar, og tað er sera umráðandi fyri okkum at vita, sigur hann.


Másin á pensjón

Meðan Ritan hevur siglt á svínoyarleiðini, hevur Sam røkt nólsoyarleiðina, og Ternan leiðina millum Klaksvík og Kalsoynna. Ternan er eykaskip hjá Strandfaraskip Landsins, men hóskar ikki til sigling út til Svínoyar og Fugloyar. Nú fer Strandfaraskip Landsins at gera eftirmetingar, og tilmæli til landsstýrismannin, sum tekur avgerð um hvat skal gerast.

- Vit hava nú roynt bæði við Rituni og einum lokalum báti, sum møguliga kunnu avloysa Másan, og báðir hava víst seg at rigga sera væl. Vit arbeiða í móti at skifta Másan út. Spurningurin er bara hvussu. Til tað gera vit eitt tilmæli, sum verður sent landsstýrismanninum, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskip Landsins.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jóhan Dahl, var ikki at hitta á telefonini í dag.