Úrmælingur við vøkrum laðingum

Tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum.

 

- Handverkið at laða við gróti er serstøk listagrein. Heima á Sandi eiga vit ein ungan mann, sum er úrmælingur á hesum øki. Markus Clementsen ríkar okkara bygd við sera vøkrum laðingum úr føroyskum gróti.

Soleiðis verður skrivað á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu um dagarnar, har viðhefta mynd (ovast) er løgd út saman við testinum. Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at tey í Sands kommunu fevnast um laðing.

Fyri tveimum árum síðan gjørdi kommunan eisini burtur úr, at húsvíkingarnir, Jens Pauli Dam og Regin Sørensen, tá vóru farnir í holt við at laða rætt og frágarð í Vatnabyrgi við Hálsavøtn uppaftur. 

- Tað er stórt fagurfrøðiligt og søguligt virði í grótgørðunum og rættunum í Føroyum, og tí kunnu vit fegnast stórliga um, at vit enn eiga menn, sum hava evnini og áhugan at halda hesi viðlíka.

Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður víst á, at Jens Pauli Dam hevur víst vegin í fleiri áratíggju við sínum eldhuga, og hann hevur laðað mangan garðin og mangt gróthúsið uppaftur.

Rættin í Vatnabyrgi er elligomul, og hon var brúkt til fyrst í 1980-unum. Rættin liggur í Fjallshaga, Norðara parti. Í Sandoynni eru eisini aðrir, sum hava sett síni fingramerki við snøggum laðingum og hørðum arbeiði, sum tað nú einaferð er at fáast við grót.

##med2##