Ørnin heldur stílin

Hóast tað aftur hesa ferð var tætt, so tvífaldaðist fjarstøðan aftur til Sílið, ið aftur hesa ferð var dyggasti kappingarneytin

5-MANNAFØR KVINNUR

Ørnin úr Sandavági hevur vunnið sær tað plássið í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum aftur, sum Ørnin so ofta hevur verið á áður. Hagtølini siga, at Ørnin í tíðarskeiðnum 1988-1998 var meistari fimm ferðir.
Síðani hevur Ørnin ikki verið best. Um tað skal metast út frá tveimum teimum fyrstu róðrunum í ár, so eru vánirnar góðar fyri, at tær úr Sandavági eru komnar aftur á gamlar gøtur. Tær liggja á kósini at vinna FM, og tær dylja ikki, at ætlanirnar og viljin eru at vinna.
Á Kollafirði var kappingin aftur tøtt við fremsta avbjóðaran. Hann var  á sama hátt sum á Norðoyastevnu  Sílið. Í Klaksvík var fjarstøðan millum tveir teir fremstu bátarnar eitt lítið sekund. Hesa ferð var Ørnin stívliga tvey sekund undan Sílinum.
Í Klaksvík var fjarstøðan frá næstfremsta bátinum og aftur til tann næsta fimm sekund ella mest sum hálv onnur bátslongd. Ritan, sum hesa ferð endaði á fimta plássi, var nummar trý ta ferðina. Hesa ferð var Jallur nummar trý, og tað kann væl vera, at Jallur, Junkarin, Ritan og Drekin, sum komu á mál mest sum í einum roki, fara at gera uppaftur meiri um seg. Fjarstøðan frá Drekanum á sætta plássi og fram til tann fremsta var hálv onnur bátslongd.
Men Ørnin var aftur hesa ferð fremst, og nógv skal venda upp, sum nú vendir niður, um tær úr Sandavági skulu missa flogið og koppast av trónuni.

5 mannafør kvinnur
1Ørnin05:18.03
2Sílið05:20.12
3Jallur05:21.20
4Junkarin05:22.13
5Ritan05:22.15
6Drekin05:23.19
7Tjaldrið05:31.05
8Báran05:42.15