Rockurin rungaði

Clikchaze uttan Eivør, Mold við mannfalli, Týr við frískum blóði, Hatespeech við nýggjum tónum og 200 við somu søgu. Rockurin rungaði, tá Tutl hevði konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

Tað var eitt bland av borgarligari mentan og avbjóðandi rocktónleiki, tá Tutl leygarkvøldið hevði konsert í sambandi við at felagið hevur 25 ár á baki.
Bólkar sum Mold, Hatespeech og 200 skuldu spæla, og í salinum í Norðurlandahúsinum vóru tøl sett á setrini, so fólk kundu sessast í friði og náðum, krossa beinini og so leggja oyru til harðan rocktónleik.
Undirtøkan fyri tiltakinum var góð, og tað var mest sum útselt til konsertina. Tað var ikki gjørt nógv burtur úr pallinum, sum var onkrastaðni har á gólvinum, meðan ljósini hingu uppi yvir á teimum eyðkendu skinnarunum. Neyvan serliga dekorativt, men hvør sigur, at tónleikur altíð skal vera so visuellur.
Tiltakið tóktist tó eitt sindur nakið, men við hvørt kann tað hava nakað gott við sær.
Kvøldið bjóðaði ymisk sløg av rocktónleiki frá bólkum, sum hava ymiska bakgrund og framtíð. Men tað riggaði væl at seta hesar bólkar saman, og undirhaldið var gott.

Mold við manglum
Tveir av bólkunum hetta kvøldið gjørdu meira ella minni comeback, og tað var eisini annar av hesum bólkunum, sum legði fyri.
Mold, sum ikki hevur spælt nakað serligt seinastu árini, var føroyskt ískoyti til grunge-rákið, sum segðist byrja í amerikanska býnum Seattle fyri meira enn 10 árum síðani.
Hetta var eitt rák, sum fyrst í nítiárunum gav altjóða rocktónleikinum eitt meira skitið og ófantaligt ljóð. Rákið hevði eisini síni viðhaldsfólk í Føroyum, og bólkar sum Pearl Jam, Nirvana og aðrir hava kanska sín part av heiðrinum ? ella skyldini ? fyri tónleikaliga samleikan hjá Mold.
Teir vóru eisini at kenna aftur, hóast teir vóru færri, og bara tríggir av upprunaligu limunum vóru á pallinum hetta kvøldið. Tá sangarin, Niclas Thorsteinsson, messaði nøvnini á teimum, sum vóru saknaðir, upp, ljóðaði tað næstan sum ein gudstænasta allahalgannna dag.
Restin av framførsluni líktist ikki nakrari gudstænastu, hóast stevið var tungt, røddin á Niclasi djúp og næstan syrgin.
Mold hevur ongantíð fingið breiða undirtøku í Føroyum, og hetta kvøldið vísti júst hví. Tónleikurin, framførslan og hugburðurin hjá bólkinum hóskar seg meira til ein smalan fjepparaskarða enn eina blandaða fjøld av tónleikaáhugaðum.

Hatespeech broyttir
Hin comeback bólkurin hetta kvøldið larmaði eitt sindur meira, og tað vóru nógv, sum áðrenn konsertina tutlaðu um, at nú skuldi Hatespeech aftur spæla. Hvussu mundi tað fara at vera.
Hatespeech plagdi at spæla harðan rocktónleik, og tað var eisini við hesum slagi av tónleiki, at teir í 1999 spældu á Prix Føroyar finaluni. Tað er ikki ofta, at so harður tónleikur finnur vegin til finaluna, men Hatespeech hevði eitthvørt, sum hugtók fólk tá í tíðini.
Og hóast bólkurin hesaferð hevði gjørt sær ómak við nýggjum slagi av framførslu, hevði broytt tónleikin nakað og sóu øðrvísi út enn fyri trimum árum síðani, so hugtóku teir framvegis.
Teir spældu bæði sangir hjá sær sjálvum og øðrum, og tá teir tónaðu nøkur kend útlendsk løg, var tað kanska enn ein staðfesting av, at tíðirnar broytast ? Hatespeech eisini.

Tungt og hart frá Týr
Mest aktuelli bólkurin á konsertini hesaferð var Týr, sum tveir dagar frammanundan hevði latið nýggja fløgu úr hondum.
Teir vóru ikki nógv broyttir síðani seinast, og tónleikurin hjá teimum er ikki nógv øðrvísi enn hann, sum bólkar plagdu at spæla í sjeyti og áttatiárunum. Harður, stevtungur rockur við eini harðari attitudu.
Onkur vildi sagt primitivur tónleikur, men í eini ásannan av, at hetta slagið av rocki hevur yvirliva øll rák seinastu mongu árini, kann tónleikurin heldur kallast klassiskur rockur.
Tú hómar kendar rockbólkar í tónleikinum hjá Týr, men teir hava fingið sær sín egna samleika. Teir draga norðurlendska gudalæru inn í tónleikin hjá sær, og teir duga eisini at brúka gamlan føroyskan sang. Hetta ger Týr spennandi.
Hetta kvøldið var ein av fyrstu framførlsunum hjá nýggja gittarspælaranum í bólkinum, Terja Skibenæs, og tað varð beinanvegin greitt, at hann kann gerast stórur vinningur fyri bólkinum. Hann spældi væl, og solospælið hjá honum var sannførandi.
Týr brúkar nógv, at teir báðir gittarspælararnir spæla stemmir, og hetta riggar væl, hóast tíðin og meira venjing uttan iva fer at hava við sær, at hetta spælið fer at sita enn betri.
Sangarin í Týr er framúr. Nú stuttklipti og ljóshærdi Pól Arni Holm er ein rættur rocksangari. Hann hevur eina sterka og fangandi rødd, og hann hóskar væl til tunga tónleikinum hjá bólkinum.
Nýggja fløgan hjá Týr kallast How far to Asgaard, og júst heitislagið av hesi fløgu var besta lagið í framførsluni hjá Týr. Hvør veit, um tað ikki verður meira at hoyra næstu tíðina.

Petur á egnum veingjum
Tað var eitt vónbrot at hoyra, at Eivør Pálsdóttir ikki fór at vera við Clickhaze hetta kvøldið, og tá bólkurin ístaðin hevði fingið tveir útlendskar gestatónleikarar við til sína framførsla, tóktist niðurlagið verða fullkomið.
Men tað skuldi vísa seg at ganga nakað øðrvísi. Petur Jensen hevði stóru uppgávuna at vera sangari og frontfigurur í bólkinum, men tað kom hann væl frá. Hann var ikki besti sangarin á kvøldinum, men hann dugdi at avmarka seg til tað, sum hann kann.
Tað vóru fleiri lang instrumental petti í tónleikinum hjá Clickhaze, og hóast tú við hvørt visti, at her vóru tómrúm, sum stjørnan í bólkinum plagdi at taka sær av, so var tað hóast tað ein fragd at hoyra teir spæla. Bólkurin er í góðari venjing og væl samanspældur, og tað smittar út um pallkantin.
Clickhaze spældi eitt sindur øðrvísi tónleik, enn bólkurin plagar at spæla. Umstøðurnar kravdu tað. Og tað riggaði væl. Onkur sangur frá tíðini við Visible Fish var fiskaður uppaftur, og tvey coverløg frá sjeytiárunum settu eisini ferð á. Eina lagið sang annar av gittarspælarunum í bólkinum, Bogi á Lakjuni, og hann var ikki ólíkaður manninum, sum gjørdi kendan, Jimi Hendrix. At broyta Purple Haze til Clickhaze líktist meira einum fornermilsi enn stórum hugflogi.
Clickhaze fótaði sær væl og virðiliga, fyri tað um Eivør ikki var við. Sjálvandi hevði framførslan fingið enn meira við eini Eivør í toppform, men spælið var tó so gott, at tað stóð einki aftanfyri hinar bólkarnar hetta kvøldið ? heldur øvugt.

Politisk longutong
Eftir fleiri tímar við blandaðum rocktónleiki fekk 200 uppgávuna at runda kvøldið av. Teir eru eisini rímuliga aktuellir við fløgu, og teir spældu eisini sangir, sum eru á hesi útgávu.
200 er punkur, sum spælir stuttligur. Tað er politikkur, ein fasada og ein provokatión. Og soleiðis var eisini hesaferð. Bólkurin hevði ómakað sær við at gera ein figur av eini hond við einum steyrrættari longutong. Ein illavorðin fingur framman fyri Dannebrog. So var tónin sligin.
Á stólasetrum í salinum lá eitt pappírsblað við eini ooddagrein hjá kappingarneytanum á Smyrilsvegi. Hon umrøddi tónleikin hjá 200. Hetta var eitt typiskt 200-stunt við hesi oddagrein, og tað er í hvussu so er lætt at staðfesta, at hevur tú ikki eitt lætt lyndi og góðan hug til humor, so er skjótt at fara skeivur av 200.
Við fullveldis-punkrocki endaði føðingardagskonsertin hjá Tutl. Her var talan um eitt fjøltáttað bland av føroyskum rocktónleiki og eitt sindur av etniskum tónleiki.
Tað eru 25 ár, síðani Tutl fór undir sítt virksemi, og hetta kvøldið gav teimum sløku 400 áhoyrarunum eitt kvøld við rocki umboðandi skiftandi og afturvendandi tíðir á tónleikapallinum.