Rok í javnaðarflokkinum um leggja upp í arbeiðssteðgin

John Johannesen, tingmaður úr javnaðarflokkinum, var til reiðar at blokera fyri, at samgongan legði uppskot fyri Løgtingið um at leggja upp í arbeiðssteðgin og samgongan mundi tí farið í tvíningar

Arbeiðssteðgur


Tá ið landsstýrið kunngjørdi ætlanina um at leggja uppí arbeiðssteðgin hjá Starvsmannafelagnm, elvdi tað til rok í javnaðarflokkinum.
Landsstýrið ætlaði at leggja uppskot fyri Løgtingið um at framlongja sáttmálan fyri tann partin av limunum hjá Starvsmannafelagnum, sum sigla við skipunum hjá Strandferðsluni fyri at fáa skipini í sigling aftur so at útjaðarin ikki misti alt ferðasamband.
Men í javnaðarflokkinum var so mikið stór ósemjan um hetta, at samgongan hevði verið noydd at tikið uppskotið aftur.
Tað vóru fleiri tingmenn hjá javnaðarflokkinum sum ikki vildu leggja uppskotið fram, sigur John Johannesen.
Hann sigur, at tá ið landsstýrið boðaði frá ætlanini at leggja upp í arbeiðssteðgin, hevði hann ikki givið sína tilsøgn um at taka undir við málinum og tað høvdu aðrir tingmenn í flokkinum heldur ikki.
Fyri at uppskotið ígjøgnum tingið í ein fart, var ætlanin at biða um loyvi at víkja frá tíðarfreistini.
Til tað krevjast undirskrift frá 20 tingmonnum. Tað eru 21 tinglimir í samgonguni og John Johannesen sigur nú, at hann hevði ikki skrivað undir.
Sostatt var samgongan komin í álvarsligar trupulleikar, tí samstundis kravdi sambandsflokkutin, at ongin tingmaður í samgonguni spældi fríspæl, men at allir skuldu skriva undir, annars var sambandsflokkurin ikki við.
Men sum øll vita nú, loystist trupulleikin av sær sjálvum, tí partarnir fóru aftur til samráðingar og samdust um ein nýggjan sáttmála beint fyri døgverða í gjár.
Merkir hetta so at landsstýrið ætlaði at leggja uppskotið fram, uttan at hava tryggjað sær at samgongan stóð aftanfyri tað?
Tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur John Johannesen.
Lat meg siga tað soleiðis, at eftir, at javnaðarflokkurin hevði havt fund, varð farið aftur til samráðingar, leggur hann afturat.

Skulu ikki avgerast við hóttanum
John Johannesen sigur, at hann heldur at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum eru mál sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa við samráðingum.
Ósemjur á arbeiðsmarknaðinum skulu loysast við samráðingum og ikki við hóttanum frá politiska myndugleikanum um at brúka vald mótvegis fakfeløguum.
At leggja upp í politiskt, er at taka samráðingarrætttin frá fakfeløgunum og í hesum føri haldi eg, at landsstýrið hevur ikki gjørt nóg nógv fyri at fáa gongd á samráðingar.
Tað kom eisini gongd á samráðingarnar og samstundis fingu teir váttan fyri, at uppskotið varð ikki lagt fram.
Tað var ikki skilagott at boða frá eini ætlan um at leggja uppí arbeiðssteðgin, tí vit sóu, hvat samráðingar kunnu føra til, sigur tingmaðurin og sipar til semjuna, sum varð gjørd á miðdegi í gjár.
Hann heldur ikki, at tað hevur skundað undir samráðingarnar, at landsstýrið hótti við at leggja uppí. Tvørturímóti heldur hann, at tað kann hava seinkað samráðingunum.
Mistakið hesuferð var, at partarnir vóru ikki nóg áhaldandi í samráðingunum.
Annars skilir hann fullvæl tað stak óhepnu støðu, sum útjaðarin er komin í
Men kortini heldur hann, at ósemjur á arbeiðsmarknaðinum eru mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa við samráðingum.
Tá ið løgtingið legði upp í SEV sáttmálan í summar, var John Johannesen ein av tingmonnunum, sum tók undir við at enda verkfallið hjá maskinmeistarunum hjá SEV.
Tað smakkaði mær ótrúliga illa, men eg gjørdi tað kortini, tí her var talan um eina grundleggjandi, samfelagsliga trygd
Hann viðgonngur eisini, at ta ferðina varð hann kroystur at taka undir við uppskotinum um at enda verkfallið við lóg.

Krevur floks-disiplin
Í Norðlýsinum sigur ein annar javnaðartingmaður, at hann er skelkaður av støðuni hjá John Johannesen til málið og hann skuldsetir hann fyri at fremja egin áhugamál ímeðan landið liggur í kreppu.
Tað haldi eg ikki at eg geri. Tvørturímóti haldi eg, at Gerhard Lognberg fremur egin áhugamál við at seta fakfelagsrættindi til viks til frama fyri sítt egna valdømi.
John Johannesen vísir eisini á, at hann hevur hildið sína støðu innanfloks og heldur lítið um, at Gerhard Lognberg nú hongir tey skitnu klæðini hjá javnaðarflokkinum út til almenningin.
Hann viðurkennir eisini, at hann er stórliga vónbrotin av, at einstakur tingmaður leggur eftir einum floksfelaga alment.
Yvirhøvur heldur John Johannesen, at javnaðarflokkurin má fáa skil á floks-disiplinina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ósemjur í flokkinum verða viðgjørdar alment og tað er ikki nøktandi.
Hann fer tí at krevja, at floksleiðslan nú tekur stig til at halda fund um at fáa skil aftur á floks-disiplinina.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á formann janaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, løgmann, áðrenn blaðið fór til prentingar