Rokkari ? bilmekanikari - pedagogur

Hann er heimskendur í Føroyum. Hevur sungið alt frá rokki til fittar barnasangir. Karl Martin Samuelsen er á heimavølli, tá hann stendur á palli. Men til dagligt arbeiðir pedagogurin í nýggja bústovninum fyri autistar í Klaksvík. Karl Martin brennur fyri øllum, sum hann fæst við, og má hann av røttum sigast at vera ein eldsál

Klaksvík: Hann stóð á palli fyri fyrstu ferð í 1973. Tað var við bólkinum Fata Morgana, sum spældi til dans. Ikki hevði hann ímyndað sær tá, at hann framvegis fór at standa líka aktivur á palli 31 ár seinni.
Karl Martin Samuelsen hevur verið ein av landsins fremstu sangarum tey seinastu mongu, mongu árini. Hann er framvegis aktivur í tónleikinum, og tað er ikki meira enn ein mánaður síðani, at hann seinast stóð á palli. Til Summarfestivalin í Klaksvík saman við øllum hinum í Hjarnum.
Eitt ótal av útgávum er tað vorðið til gjøgnum árini, og eisini hevur hann sungið saman við flestu tónleikarunum her á landi. Lætta og skemtingarsama lyndið hevur hann eisini altíð við sær, tað veri seg til arbeiðis, á pallin ella bara í tí dagliga.
Skitnar hendur
Um vit spola tíðina aftur til skúlatíðina hjá Karl Martini, so lá hugurin til sjógvin eftir lokna skúlagongd. Men so fekk hann starv á einum verkstaði í Klaksvík, har hansara uppgáva var at passa handilin og ganga til handa á verkstaðnum.
Karl Martin sigur, at honum altíð hevur dámt væl at skrúva, og tá hann fekk møguleikan til at arbeiða á verkstaðnum, tók hann glaðbeintur av.
? Mær dámar væl at síggja, hvussu lutir eru settir saman. Tað er helst eisini tí, at mítt yndisorð er hví. Eg vil altíð finna útav, hvussu ting hanga saman, greiðir hann smílandi frá.
Seinni fekk hann so bjóðað lærupláss sum bilmekanikari á verkstaðnum. Og fýra ár seinni var hann liðugur.
Tað er torført at ímynda sær Karl Martin í ketildrakt við gravskitnum hondum, men hetta var altso hansara starv upp gjøgnum øll áttatiárini og inn í nítiárini.
Skifti yrki
Men so kom búskaparkreppan í Føroyum, og tað merktist eisini á verkstaðnum, har sum Karl Martin arbeiddi.
? Tað byrjaði av álvara at minka við virksemi á verkstaðnum, og eg mátti finna mær okkurt arbeiði afturat, greiðir hann frá.
Drotning Margrethubarna-garðurin í Klaksvík søkti eftir fólki. Karl Martin fekk starvið, og tá byrjaði leiðin til pedagog. Í fyrstuni arbeiddi hann hálva tíð í barnagarðinum og hálva tíð á verkstaðnum. Men tá hann so fekk bjóðað fleiri tímar í barnagarðinum, tók hann av og segði farvæl til yrkið sum bilmekanikari.
Aftaná tvey ár í barnagarðinum hevði Karl Martin fingið so mikið av áhuga fyri pedagogyrkinum, at hann byrjaði at hugsa um at fara í skúla. Hann slapp inn, og knapt fýra ár seinni, stóð hann liðugur sum pedagogur.
? Tað at duga at týða børnini. Her hugsi eg um, at tey ofta siga eitt og í veruleikanum kunnu tey meina við nakað heilt annað. Tað er hugtakandi og sera spennandi, og tað var ein orsøk til, at eg valdi júst pedagog, sigur Karl Martin Samuelsen.
Autistar
Meðan hann var undir útbúgving var hann tríggjar ferðir í starvsvenjing. Einaferð í vøggustovu, einaferð hjá børnum við autistiskum breki og seinastu ferð í barnagarði.
Øll trý vóru sera spennandi, men autistarnir hugtóku meg fullkomuliga. Hetta var nakað, sum eg als ikki kendi so nógv til, og eg brendi fyri at fáa meira at vita. Aftur spøkir kanska hatta við hví, hvat og hvussu, sigur hann.
Karl Martin fekk starv beinan-vegin, tá hann var liðugur. Ein spildur nýggjur bústovnur fyri børn við autistiskum breki stóð klárur, og Karl Martin byrjaði har.
? Tað er ótrúliga spennandi, tí her fært tú teir bestu karmarnar at royna at byggja teimum eitt heim upp á stovninum. Alt er nýtt, og ikki minst er stovnurin gjørdur til endamálið, og tað ger uppgávuna munandi lættari, heldur hann fyri.
Hann tosar eitt sindur um hetta, hvussu børn við autistiskum breki fyrr vórðu viðfarin. Og so vísti tað seg í seinna endanum, at trupulleikin var, at fólk í roynd og veru vegna vantandi vitan ikki dugdu at týða tey.
? Eg sigi bara tíbetur hava fólk funnið útav, hvussu ein kann hjálpa hesum børnunum og royna at menna tey eftir teirra tørvi, sigur Karl Martin, sum í sínum starvi mest er um eina og sama drongin við hesum brekinum.
Heilhjartaður
Karl Martin stórtrívist í sínum starvi, og hann brennur minst líka nógv fyri tí, sum hann ger fyri tónleikinum.
? Tá eg byrji upp á okkurt, so er tað altíð við heilum hjarta, tí tá ber alt til, heldur hann fyri.
Tónleikin brennir hann fyri framvegis og fer altíð at gera tað. Tá hann kemur heim úr arbeiðið um dagarnar, kann hann gott seta seg niður við guitarini og jamma eina løtu.
? Onki er so avslappandi sum at sita og spæla bara eitt ella annað, slær hann fast.
Karl Martin er eisini kendur fyri sína upptraðkan, tá hann stendur á palli. Tað lýsir av honum hvørja ferð, hvussu væl hann trívist á pallinum og í sínum leikluti har.
Ofta ger hann nógv óvæntað, sum tó eisini kann kallast undirhald. Sum dømi kann ein nevna framførsluna hjá Hjarnar á Summarfestivalinum.
Á veg upp á pallin sigur Karl Martin við Eyðun, at hann skal ringja til fartelefonina, beint áðrenn lagið Alla nátt.
Eyðun so ger. Karl Martin tekur telefonina og tosar í mikrofonina. Summi høvdu kanska hug at undrast, tí tað er ikki óvanligt í dag, at fartelefonir ringja til eina óhepna løtu. Men beinanvegin, fekk ein ta fatan, at hetta ikki var óheppið.
Eftir lítlari løtu segði hann farvæl og fyri áhoyrarunum, at hatta var ein av áhoyrarunum, sum spurdi, um Hjarnar ikki kundu spæla Alla nátt.
Dreymurin var har
Tá tosið fellur inn á hetta at veruliga kunna gera um seg uttan fyri landoddarnar, sigur Karl Martin, at dreymurin helst var har einaferð.
? Men eg veit ikki, hvussu djúpur hann var. Tí um eg veruliga vildi, so hevði eg helst roynt at blivið kendur aðrastaðni, greiðir hann frá.
Karl Martin fekk tó ein lítlan smakk av turnélívinum, tá hann fyrst í sjeytiárunum fór á tónleikaferð við bólkinum, Sunny, í Danmark.
Ferðin vardi í ein mánað, og tað var framførsla so gott sum hvørt kvøld. Karl Martin minnist aftur á, hvussu strævið tað var.
? Eg veit ikki, um eg tímað ella orkað hatta. Tað var forbiðið strævið, sigur hann og leggur enn einaferð dent á, at um tað hevði verið, at hann vildi, so hevði hann óivað roynt tann tíð tað var.
Altíð tónleik
Karl Martin var og er heimskendur í Føroyum fyri sínar góðu, lívligu og undirhaldandi framførslur, og tað trívist hann væl við. Men sjálvt um hann ikki sær út til at vera tað og so sanniliga heldur ikki letur tað skýna ígjøgnum, so nærkast pedagog-iski sangfuglurin teimum fimti árunum.
Hetta er ikki nakað, sum hann tekur sær av.
? Eg ætli mær at blíva við at upptraðka so longi, sum eg orki. Tað kemur jú av sær sjálvum, tá man ikki longur kann renna, hoppa og dansa á palli, so tað er ongin orsøk at taka tað upp á forskot, heldur hann fyri við einum skeivum smíli. Og so leggur hann afturat við látrinum í hálsinum, at tað jú ber til at sita niðri og spæla gittar.
Hvussu er og ikki, so hevur Karl Martin ongar ætlanir um at leggja tónleikin á hillina. Tað fer hann helst ongantíð at gera. Ein nýggj útgáva kann væntast á marknaðinum komandi ár. Tað eru Hjarnar, sum fara at geva fløgu út.
? Vit hava stungið høvdini saman nakrar ferðir, men nú mugu vit fara at taka okkum ordiliga saman. Tað trýtur í øllum førum ikki við tilfari, sigur Karl Martin Samuelsen.
Hvussu nógvum útgávum tilsamans hann hevur sungið við á, hevur hann ikki tal á. Hann roynir at telja, men hann gevur upp eftir stuttari tíð, og tá er kanska helvtin nevnd. Men tað kann ein so ikki siga hann ringan fyri. Og við tí eldhuga og orku, sum hann hevur, verður tað neyvan bert tann eina útgávan afturat.