Rolls Royce Chost

Nýggjasti Rolls-Royce, sum hevur verið sýndur fram sum 200 EX, hevur nú fingið sítt rætta navn, Ghost. Tá Rolls-Royce á Genéve Motor Show fyrr í ár vístu tann í gásaeygum lítla Rolls-Roycin, sum eina nýggjheit, hevði bilurin ikki fingið sítt rætta navn, men var hann nevndur 200 EX.

Men á bilaframsýningini í Shanghai herfyri varð bilurin navngivin av Rolls-Royce stjóranum Tom Purves, og navnið varð Rolls-Royce Ghost, ið er eitt navn sum Rolls-Royce áður hava brúkt til sínar bilar sum t.d. Silver Ghost.

Hóast Ghost er nakað minni enn Phantom-serian, er hesin ikki júst nakar lítil bilur. Hann er 5.40 m langur og fæst við m.a. sama 6.6 litra V12 motori við 507 hk, sum eisini er í tí størra Rolls-Royce Phantom.

Rolls-Royce í Onglandi, sum hoyra til týsku BMW-konsernina, seldu í fjør 1212 bilar, sum er ein vøkstur upp á 20 prosent í mun til 2007.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum