Ronja skal fáa EB/Streym í form

Betri deildin menn/kvinnur: Ronja H. Joensen er sett sum kropsligur venjari hjá EB/Streymi fram til 2023

EB/Streymur hevur sett Ronju H. Joensen sum kropsligan venjara fyri 2023. Hon skal verða venjari hjá monnunum, kvinnunum og hjá ungdóminum, skrivar EB/Streymur.

 

- 24 ára gamla Ronja, ið er ættað av Skála, hevur seinastu tvey árini verið fysiskur venjari á Skála. Ronja er væl lisin og er útbúgvin persónligur venjari, arbeiðir í Burn og lesur til lærara. Umframt tað hevur Ronja tikið útbúgvingar innan kostráðgeving, massør og annað, skrivar EB/Streymur og leggur afturat:

 

- Ronja kemur at venja besta manslið, besta kvinnulið og ungdómin. Tískil uppraðfesta vit við hesari undirskriftini allan fysiska partin í felagnum, og talan er um førleikar, ið vit í felagnum vænta sera stóra gleði av komandi árið.

 

EB/Streymur bleiv nummar fimm í Betri deildini hjá monnum í fjør.