Tað vóru nógv sum ristu á høvdinum tá BMW seldi Rover til eitt samtak av enskum vinnulívsmonnum. Tey kundu ikki hugsa sær at teir kláraðu eina uppgávu sum BMW verksmiðjan hevði latið frá sær. Men tey sum ivaðust, blivu so sanniliga gjørd til skammar. Tað vit síggja frá Rover í dag, eru bilar, sum uttan trupulleikar kunnu kappast við BMW og aðrar luksusbilar.
Nútímans og í elegantan gamlan stíl
Seinasta nýggja frá Phoenix í Onglandi er Rover 75 sum stationvognur. Ein elegantur luksusbilur við allari hugsandi útgerð. Eins og í sedan útgávuni er instrumentborðið bæði nútímans og í gamlan stíl. Eisini leðursetrini minna ikki sørt um tað sum vit minnast frá teimum gomlu ensku luksusbilunum. Kvaliteturin í bilinum er allan vegin ígjøgnum á høgum støði. Rover 75 fæst í útgávunum Classic, Club og Connoisseur, ið er tann best úrgjørdi. Motorstøddirnar eru 1.8, 2.0 og 2.5 litur, motorurin á hesum bilinum er ein 2.0 litur V6 við 150 hk.
Arbeiðsligur og tryggur
Rover 75 Tourer er gjørdur sera arbeiðsligur, sum til dømis at rúturin í baklúkuni kann latast upp, og dúrkplátan yvir rúminum til eykahjólið verður hildin uppi av eini gassfjøður, soleiðis at man sleppur frá at halda í plátuni, meðan lutir skulu takast úr ella leggjast í rúmið undir viðførisrúminum. Bilurin hevur til dømis síðuairbag, ABS bremsur við elektroniskum bremsufordeilara, og kláraði hann seg sera væl í Euro NCAP crasch testunum. Sum standard hevur Connoisseur automatiskt klimaanlegg og polenfiltur, sentrallás við fjarstýring, el-síðurútar, startsperru við passivari aktivering, og hita í setrunum. Annars hevur bilurin alla útgerð, sum man kann vænta sær av einum bili í hesum klassanum.
Rover 75 Tourer V6 Connoisseur
Motorurin 2.0 litur V6 24V 150 hk
0-100 km/t 10.8 sek
Bensinnýtsla 10.4 km/l
Dekkstødd 205/65-15
Stødd og vekt:
Longd 479.0 cm
Breidd 178.0 cm
Hædd 144.0 cm
Eginvekt 1525 kg
Totalvekt 2050 kg
Prísur kr.358.000
Søluumboð P/f D.B. Bilar
J. Broncksgøta 15
FO-100 Tórshavn
Tel.310600