Navnið er ROX við Signari í Homrum á odda, sum fer á pall á Viðareiði leygardagin hin 29. august.
Signar í Homrum hevur í nógv ár verið millum kendastu røddirnar í føroyskum tónleiki.
Hann gjørdist landskendur sum forsangari í Kjølum og hevur seinastu árini bæði sum solistur og saman við ROX givið út fleiri vælumtókt løg, sum hava fingið fast pláss í føroyska sangskattinum.
Við sangum sum "Tað er gott at elska", "Mín skattur", "Sorgblídni" og "Nú ert tú her" hevur hann vunnið sær eina serliga støðu hjá føroyskum tónleikafjepparum.
ROX er kent fyri sínar lívligu framførslur og sterku pallorku, og saman við Signari hevur bólkurin í nógv ár verið fastur gestur á festivalum og tiltøkum kring landið.
Frammanundan er greitt, at D-A-D, Hallur Joensen við bólki, Eyðun & Terji & Kim, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba & Páll Oddur, Rani Nolsøe, Marner av Lofti & Fríði Sigmundason, Blátt Gras, Sámal Ravnsfjall og Bjarki Hansen eisini fara á pall á Norð Festivalinum 2026.
- Norð Festivalurin verður hildin á Viðareiði leygardagin hin 29. august 2026, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.











