Lítil vón er fyri, at norðurlendska fótbóltskappingin Royal League verður tikin uppaftur. Kappingin var seinast spæld í 2007, og nú gongur illa at finna ein sjónvarpsstuðul. Stjórin fyri kappingina, Børge Bach, sigur, at um ein avtala ikki verður gjørd við eina sjónvarpsrás innan fýra mánaðir, so gevur hann upp at fáa lív í kappingina aftur.