Ársins bilur í øllum heiminum

Ein dómsnevnd av 48 altjóða motorjournalistum hevur kosið Audi A6 til "Årets bil í verden" sum tað eitur á donskum. A6 vann yvir 35 kappingarneytum í nógvum ymiskum klassum á altjóða bilaframsýningini í Toronto í Kanada

Vit hoyra á hvørjum ári um, at nýggir bilar verða heiðraðir við ymiskum titlum sum t.d. ársins bilur í Danmark, Europa, USA, Japan ella hvar tað skal vera, men nú er nýggi Audi A6 kosin til ársins bil í øllum heiminum.

Teir 36 ymisku bilarnir, sum kappaðust um heitið sum ársins bilur í øllum heiminum, vórðu mettir eftir kriterium sum t.d. kvaliteti, koyrieginleikum og eini heildarmeting av bilinum.

Nýggi Audi A6 hevur annars fingið nógvar heiðurlønir, síðan hann kom á marknaðin í fjør.