Sambært eini Gallup-kanning, sum varð kunngjørd í Tarablaðnum í síðstu viku, er meira enn ein triðingur av Føroya fólki ónøgt við tann førda útlendingapolitikkin hjá sitandi landstýri.
Spurningurin í kanningini var: Hvussu ert tú nøgd/ur við útlendingapolitikk landsstýrisins?
68 prosent av teimum gott og væl 500 spurdu søgdu seg vera ónøgd við politikkin hjá innlendismálaráðnum, meðan 25 prosent vóru nøgd við politikkin hjá Jógvani við Keldu í innlendismálaráðnum. Sjey prosent svaraðu, at tey ikki vistu, hvat tey halda um útlendingapolitikkin.
Kanningin varð umrødd í Sosialinum í gjár, og Jógvan við Keldu segði, at hann var sannførdur um, at hesi tølini fóru at broytast við tíðini.
Hetta var væntandi
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, sigur, at hetta úrslitið als ikki kemur óvart á hann.
- Hetta var væntandi, og eg eri als ikki yvirraskaður av úrslitinum. Hetta vísir eisini, at handfaringin av útlendingapolitikkinum ikki hevur verið nøktandi, og Jógvan hevur eisini ásannað, at mistøk eru gjørd, sigur Kaj Leo Johannesen.
Kaj Leo vísir á, at ein slík kanning er eitt íkast til ta demokratisku tilgongdina, og hon gevur eina greiða ábending um, at tey fæstu standa aftanfyri politikkin í innlendismálaráðnum.
Hann sigur víðari, at bara bíðitíðin eftir svari úr innlendismálaráðnum hevur verið ov long.
- Danska útlendingastýrið fylgir altíð tilmælinum frá innlendismálaráðnum, og Jógvan við Keldu kann føra tann politikk, sum honum lystir, sigur Kaj Leo, sum leggur afturat, at danska lógin einki samband hevur við trupulleikarnar á útlendingaøkinum.
Ikki nøktandi
John Johannessen, ið hevur verið framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at hann fleiri ferðir hevur víst sína ónøgd við málviðgerðina í innlendismálaráðnum.
- Tað er púra greitt, at embætisførslan í innlendismálaráðnum ikki hevur verið nøktandi, sigur John Johannessen, og tí er hann heldur ikki tikin á bóli yvir úrslitið av hesi kanningini.
Hann vísir á, at fleiri limir í samgongutinglimir ikki taka undir við politikkinum hjá Jógvani við Keldu.
- Eg havi fingið lyfti um, at útlendingapolitikkurin verður tikin upp á komandi samgongufundi, og eg haldi ikki, at Jógvan við Keldu hevur stuðul í samgonguni, sigur John Johannessen og leggur afturat, at hann her sipar til samgonguna í løgtinginum.
Klárt í heyst
Jógvan við Keldu er farin í gongd við eina útgreining av útlendingapolitikkinum, sum verður gjørd av embætismonnum í innlendismálaráðnum saman við einum politiskum fylgibólki við einum umboði fyri hvønn flokk.
Jógvan við Keldu roknar við, at hetta arbeiðið verður liðugt í heyst. Hósdagin segði hann við Útvarp Føroya, at hann helst sá, at útlendingaøkið verður yvirtikið í nærmastu framtíð, og at ein føroysk lóg verður smíðað, men óvist er, um politisk undirtøka er fyri hesum.