Georgia kom rættuliga niður á jørðina aftur, eftir at teir í fyrstu royndini í nýggju EM undankappingini høvdu vunnið 6-0 á Svangaskarði. Leygardagin hevði Georgia vitjan av Fraklandi. Varaheimsmeistararnir vóru væl upplagdir, og teir fóru til hús aftur við 3-0 sigri. Florent Malouda setti hol á í 7. minutti. Louis Saha økti til 2-0, tá ið eitt korter var farið, og í fyrsta minuttinum eftir steðgin vóru teir í Georgia so óhepnir at gera sjálvmál. So var Frakland á odda 3-0, og tað komu ikki fleiri mál. Mikukvøldið skal Frakland spæla á heimavølli móti Italia, og Georgia skal spæla á útivølli móti Ukreina.