Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?
- Jólini koma, tá tey koma - líkamikið, um eg havi vaskað loft, gólv og skuffur. So, tað hugsi eg ikki so nógv um.
Tað sigur Rúna Wenningsted Hansen.
Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum?
- Eg havi bara lagt ein jólavoksdúk á borðið. Dúkurin ger góðan mun, tí borðið er litfarið og kki so vakurt.
Hon sigur, at vanliga pyntar hon ikki alt húsið við øllum møguligum til jólar.
- Men, tað sum eg havi hug til, verður tikið fram - og so alt tað, sum børnini gera hesa ársins tíð. Tað fær sjálvandi eisini pláss heima við hús.
Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað?
- Jólatræið er úr plasti, eitt gott og gamalt eftirgjørt jólatræ, helst eini 10 ára gamalt eftirhondini. Træið verður pyntað nakrar dagar undan jólum.
Rúna Wenningsted Hansen, sum býr í Vági, sigur, at familjan fer at halda jólaaftan í Sandoynni.
Eru jólagávurnar komnar í hús?
- Eg plagi at keypa flestu jólagávunum um mánaðarskiftið november/ desember.
Rúna Wenningsted Hansen sigur, at tað, sum tá er eftir, verður keypt í Vági og í Suðuroynni annars og hugt verður sjálvandi eisini eftir, hvat Sandoyggin hevur at bjóða.
Hon dylir ikki fyri, at dagurin, tá Sandoyartunnilin letur upp, fyllir nógv.
- Eg eri helst líka so spent til 21. desember, sum børnini eru til jólaaftan, leggur hon aftrat og ynskir øllum eini gleðilig jól.