Atkoma
Leygardagin byrjaði arbeiðið hjá Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, MBF, at skráseta øll almenn og og hálvalmenn støð í Føroyum.
Endamálið er at vita, hvussu atkomulig tey eru hjá brekaðum.
Tað er Leila Solmunde, forkvinna í MBF, sum sjálv ferðast landið runt at kanna tey ymsu støðini.
Skrásetingin byrjaði í Suðuroy leygardagin og hildið verður fram í Føroya syðstu oyggj alla vikuna.
Síðani verður farið runt landið, til alt landið er kannað.
Talan er um kirkjur, samkomuhús, bygdarhús, ítróttarhallir, posthús, bankar, skúlar kommunuskrivstovur og slík, støð, sum verða kannað.
Hugt verður bæði eftir, hvussu atkomulig støðini eru hjá brekaðum. Men kannað verður eisini eftir, hvussu umstøðurnar hjá blindum og deyvum eru, eitt nú við teleslyngum o.s.fr.
Allir hesir upplúysingar skulu síðani skrásetast í eini handbók, so at brekað altíð kunnu vita, hvussu umstøðurnar eru í teimum ymsum bygdunum og býunum kring landið.
Kann brúkast av báðum pørtum
Leila Solmunde leggur dent á, at talan er ikki um eina atfinning ímóti kommunum ella øðrum myndugleikum.
- Endamálið er at lýsa støðuna sum hin er og at geva brekaðum eina handbók, so tey vita, hvussu umstøðurnar eru kring landið.
Men hetta kann eisini verða eitt hent amboð hjá kommunum, landsmyndugleikum, ítróttarfeløgum og felagsskapum av ymsum slagi.
- Taka tey eisini hesa handbókina til sín og brúka hana sum eina vegleiðing í eini roynd at bøta um umstøðurnar, hevði nógv verið vunnið, sigur leila Solmunde.
Eftir tí, hon higartil hevur sæð í Suðuroy, er støðan tann sama her, sum aðrastaðni í landinum.
Og tað merkir, at tað eru nógv støð, har tað ikki er atkomandi hjá brekaðum.
Forkvinnan í MBF sigur, at tað fer at kosta einar 100.000 krónur at gera handbókina.
Í hesum sambandi hava tey søkt kommunurnar um at stuðla tiltakinum.
Lata allar kommunur sín part, er talan um góðar tvær krónur fyri hvørt fólki.
Hetta hevur Hvalbiar bygdaráð roknað út. Tað viðgjørdi umsóknina fyrr í vikuni og gjørdi av at játta 2000 krónur, sum er parturin hjá Hvalbiar Kommunu eftir fólkatalinum og so er nakað lagt afturat fyri at fáa eitt runt tal.