Russar skutu dronu niður sum hevði kós móti Moskva

Sambært borgarstjóranum í Moskva, Sergei Sobyanin, fekk eingin skaða í ætlaða ukrainska álopinum á russiska høvuðsstaðin.

Russiska loftverjan hevur í dag skotið niður eina ukrainska dronu.

 

Sambært borgarstjóranum í Moskva, Sergei Sobyanin, hevði dronan kós móti russiska høvuðsstaðnum, Moskva.

 

Tað skrivar Reuters í kvøld.

 

Borgarstjórin sigur á Telegram, at tað var í Elektrostal-økinum eystanfyri Moskva, at dronan varð sædd.

 

Sambært Sergei Sobyanin fekk eingin skaða í ætlaða ukrainska álopinum á russiska høvuðsstaðin.