Russiskt oljureinsiverk hevur brent í eina viku

Myndugleikarnir í Krasnodar siga, at tað framhaldandi eru 276 sløkkiliðsfólk og 77 akfør við í arbeiðnum at sløkkja eld á russiska oljureinsiverkinum í Tuapse

Fylgisveinamynd av økinum, har russiska oljureinsiverkið liggur

Eftir eina viku hevur sløkkiliðið fingið eftirlitið við einum russiskum oljureinsiverki í Tuapse, sum varð rakt í ukrainskum dronuálopi fyri viku síðan.

 

Tað siga russisku myndugleikarnir.

 

- Eldurin á Tuapse-terminalinum er undir eftirliti, og opni eldurin er sløktur. Arbeiðið at sløkkja eldin endaliga heldur fram, siga myndugleikarnir í russisku Krasnodar-regiónini.

 

Fyrr í hesi vikuni søgdu keldur, at oljureinsiverkið í Tuapse, sum útflytir meginpartin av sínari framleiðslu, hevði steðgað sínari framleiðslu eftir ukrainska dronuálopið hin 16. apríl.

 

Sambært russisku myndugleikunum lupu ukrainar aftur á oljureinsiverkið við dronum hin 20. apríl.

 

Myndugleikarnir í Krasnodar siga, at tað framhaldandi eru 276 sløkkiliðsfólk og 77 akfør við í arbeiðnum at sløkkja eld í Tuapse.

 

Í gjár søgdu mydugleikarnir í býnum, at luftin yvir økinum var roykeitrað og heitt varð á fólk um at hava vindeyguni aftur og halda seg innandura.

 

 

 

 

 

Fylgisveinamynd av økinum, har russiska oljureinsiverkið liggur