- Tað er nógv, sum bendir á, at hetta kann vera ein roynd hjá Russlandi at testa Nato í einari ógvuliga spentari støðu.
Tað heldur norski uttanríkisráðharrin, Espen Bath Eide, sum hevur tosað við miðlarnar fyrrapartin.
Uttanríkisráðharrin vísir á, at eisini í Póllandi halda tey, at alt bendir á eina tilvitaða atgerð - og ikki eitt óhapp, sum tikið verður til.
Espen Bath Eide vísir á, at dronurnar endaðu í pólskum øki undir ein hørðum russiskum álopi á Ukraina.
Hann heldur tað eisini vera merkisvert, at nakrar av dronunum komu inn yvir Pólland - úr loftrúminum hjá Hvítarusslandi.
- Hetta er ein álvarslig atgerð móti pólskum loftrúmi og soleiðis eisini móti Nato-loftrúmi, sigur Espen Bath Eide, sum fordømir ágangin.